Tíðindi

12.09.2022
Arbeiðið við bátahylinum í Árnafirði er byrjað

Partur av verandi grótgarði er tikin niður, og gongd er sett á arbeiðið at leingja og víðkað verandi grótgarð. Útbyggingin av bátahylinum í Árnafirði er eitt mál, sum farið varð undir í 70`unum, men sum ikki bleiv gjørt liðugt tá.

Articon, sum eisini er høvuðsarbeiðstakari viðv. tunlunum Norð um Fjall, ger arbeiðið fyri Klaksvíkar kommunu. Tað er grót frá tunnilsarbeiðinum, sum verður nýtt til verkætlanina.

Verkætlanin er mett at kosta 11,5 mió. kr. og væntast liðug um ársskiftið. 

Onnur tíðindi
12.11.2026

Skrúvað verður fyri vatninum undir Brúnni

06.11.2026

Biskupsstøðgøta verður breiðkað

05.11.2026

Skrúvað fyri vatninum á eystur­síðuni

05.11.2026

STÁSTÍÐ í Klaksvík