Tíðindi

30.09.2022
Dagrøktari til Klaksvíkar kommunu (endurlýsing)

Talan er um eitt fast starv at byrja 1. novembur ella skjótast eftir hetta.

Vit ynskja, at tú

  • hevur hegni og áhuga, at arbeiða við børnum
  • kann geva børnunum ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag
  • ert fyritaksom/samur og skapandi
  • hevur virðing og umsorgan fyri einstaka barninum
  • kann samskifta lætt við foreldrini
  • ert sinnað/ur at samstarva við starvsfelagar og onnur fakfólk


Í heiminum má vera rúm til børnini at spæla í og øki við girðing uttanfyri. Eisini skal pláss vera fyri sovivognum og tvíburðastóli.

Setarnarviðurskifti
Lønar- og setunarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðs- gevarafelagið og Starvsmannafelagið. Arbeiðstíðin er ímillum kl. 7.30 – 17.15.
Vit kunnu bjóða eitt kveikjandi og lívsjáttandi starv við børnum í aldrinum 0-3 ár. Meira fæst at vita við at venda sær til Harriet Lydersen, leiðara, á telefon 213988

Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.  


Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal vera okkum í hendi seinast sunnudagin 16. oktobur 2022 
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Dagrøktari til Klaksvíkar kommunu (endurlýsing)

Umsøknir verða viðgjørdar leypandi.


Stutt um Klaksvíkar Kommunalu Dagrøkt
Dagrøktarskipanin er ein stovnur undir Trivnaðardeildini hjá Klaksvíkar kommunu. Í skipanini starvast 20 dagrøktarir, 1 hjálparfólk og tveir námsfrøðingur. Talið av børnum í dagrøkt er umleið 70. Tveir dagar aðru hvørja viku eru 3 dagrøktarir saman við børnum í spælustovuni á Brekku.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy