Tíðindi

08.11.2022
Matr. nr. 1185 lýst til sølu

Við hesum verður matr.nr. 1185, Klaksvík á 5.655 m2 lýst til sølu til íbúðabygging. Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti til, hvussu byggingin verður skipað, men kravið er, at búeindirnar skulu gerast sum íbúðir. Búeindirnar skulu verða bygdar til leigubústaðir.

Vísandi til kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn, hevur kommunan heimild at velja frítt millum innkomnu tilboðini ella einki at taka av. Innkomin tilboð verða viðgjørd í trúnaði, inntil ognin er seld.

Økið er 5.655 m2 til støddar. Kostnaðurin fyri økið, sum er til sølu, er kr. 380 kr/m2, t.v.s. kr. 2.148.900,-. Matr.nr. 1185 umfatar tveir lutir, vegaparturin av matr.nr. 1185 á 1511 m2 verður ikki seldur við - hesin verður lagdur sum vegøki. Áheitan um hetta verður send Umhvørvisstovuni í næstum.

Øll, sum bjóða, binda seg til at byggja og fíggja allar lutir í verkætlanini. Skrivlig boð verða at lata kommununi í afturlatnum brævbjálva, saman við tilfari og fylgiskjølum á geyma og váttan um fígging frá fíggingarstovni í seinasta lagi 16. des. 2022 kl. 12:00.

Útbjóðingartilfar

Fylgiskjal 1: Matr.nr. 1185 og landsvegurin undir Kjøli

Fylgiskjal 2: Byggisamtykt A10

Fylgiskjal 3: Leiðingar

Onnur tíðindi
03.02.2023

Heilsufótbóltur aftur á skrá

02.02.2023

Hevur tú fingið spurnarblað?

02.02.2023

Skoytubreytin letur aftur á hesum sinni

01.02.2023

Upphiting til Torradagar í Klaksvík