Tíðindi
Talan er um eitt fast starv at byrja 1. jannuar ella skjótast til ber.
Vit ynskja, at tú
- hevur hegni og áhuga, at arbeiða við børnum
- kann geva børnunum ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag
- ert fyritaksom/samur og skapandi
- hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
- kann samskifta lætt við foreldrini
- ert sinnað/ur at samstarva við starvsfelagar og onnur fakfólk
Í heiminum má vera rúm til børnini at spæla í og øki við girðing uttanfyri. Eisini skal pláss vera fyri sovivognum og tvíburðastóli.
Setarnarviðurskifti
Lønar- og setunarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðs- gevarafelagið og Starvsmannafelagið. Arbeiðstíðin er ímillum kl. 7.30 – 17.15.
Vit kunnu bjóða eitt kveikjandi og lívsjáttandi starv við børnum í aldrinum 0-3 ár. Meira fæst at vita við at venda sær til Harriet Lydersen, leiðara, á telefon 213988
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal vera okkum í hendi seinast sunnudagin 13. november 2022
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Dagrøktari til Klaksvíkar kommunu
Umsøknir verða viðgjørdar leypandi, og rætta fólkið verður sett skjótast til ber.
Stutt um Klaksvíkar Kommunalu Dagrøkt
Dagrøktarskipanin er ein stovnur undir Trivnaðardeildini hjá Klaksvíkar kommunu. Í skipanini starvast 20 dagrøktarir, 1 hjálparfólk og tveir námsfrøðingur. Talið av børnum í dagrøkt er umleið 70. Tveir dagar aðru hvørja viku eru 3 dagrøktarir saman við børnum í spælustovuni á Brekku.
![](/upload/cache/images/11601-11800/40d9e86babb0d844e8f94be9b4eca3ac44302761_w384_h200_fC_ha50_va50_afp1.jpg)
Býráðsskrivstovan í summarfrítíðini
![](/upload/cache/images/13201-13400/e6d0161450aa9fb27c6b0c24d67e91691be9d79a_w384_h200_fC_ha50_va41_afp1.jpg)
Ferðslukunning í samband við dystin hjá Víkingi á Djúpumýru
![](/upload/cache/images/13201-13400/8885c9458f87723a9006c1219f2d61d9fd091e02_w384_h200_fC_ha49_va47_afp1.jpg)
Stongt vegna jarðarferð
![](/upload/cache/images/13201-13400/a076d10dbcc20eec3b89c342b6f45f20d7b711ad_w384_h200_fC_ha50_va50_afp1.jpg)