Tíðindi

08.01.2023
Hjálparfólk til vøggustovuna á Brekku

Klaksvíkar kommuna søkir eftir námsfrøðingi til vøggustovuna á Brekku. Vøggustovan bleiv gjørd í 2018, og fara væntandi 10 børn at ganga á stovuni.

Vit vænta, at tú:
• hevur ein savnandi hugburð
• ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
• leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
• sær møguleikar í øllum børnum
• ert tilvitað/ur um menningina hjá einstaka barninum
• sær stórt virði í viðurkenning og inklusjón
• ert týðilig/ur í samskifti og leggur dent á gott samstarv

Royndir innan barnaansing kann vera ein fyrimunur.

Setanarviðurskifti: 
Starvið verður sett 1. februar 2023.
Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.


Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Niels Juel Arge, barnaansingarsamskipara, tlf: 284538 - nielsj@klaksvik.fo


Umsøknarfreistin er 9. januar 2023 
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjna her: Vøggustovan á brekku

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy