Tíðindi
20.12.2022
Jólaskipið kemur kl. 18.00 hósdagin
Børn og barnsligar sálir kunnu gleða seg, tí hósdagin verður aftur møguligt at heilsa uppá jólamennirnar, sum koma við jólaskipinum.
Tiltakið verður úti í Klaksvíksgarðinum, niðanfyri Forminnissavnið, sum eisini hevur opið í samband við tiltakið.
Skráin:
Kl. 18.00 Jólaskipið kemur á Klaksvík
Kl. 18.30 Niclas Heri Joensen bjóðar jólamonnunum og øllum at vera vælkomin til tiltakið
Kl. 18.35 Jólamenninir syngja og hugna sær á pallinum
Kl. 18.55 Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini, ber fram røðu og avdúkar “Ársins Rósu”
Kl. 19.10 Vit syngja felagssangin; Nissumamma og nissupápi
Kl. 19.15 Jólamenninir deila pakkar til børnini
Jólamennirnir lata heilsa, at teir vóna at síggja nógv børn. Stór og smá.
Onnur tíðindi
27.07.2026
IRF: Broytingar í innsavningini á Ólavsøku
24.07.2026
Námsfrøðingar til Blákolluna
23.07.2026
Námsfrøðiligur ráðgevi til Klaksvíkar kommunu
23.07.2026