Tíðindi

21.12.2022
Myndir: Jólaguðstænasta fyri skúlabørnum

Í morgun ringdi kirkjuklokkan aftur fyri at bjóða skúlabørnum til jólaguðstænastu. Eftir tvey ára steðg vegna koronu, er hesin gamli siður tikin upp aftur, at øll, íð eru knýtt at skúlanum – næmingar, lærarar og onnur við møta í kirkjuni til guðstænastu.

Hetta var samstundis seinasti skúladagur áðrenn jól, og mundi tað vera eini 800 fólk, ið møttu upp í Christianskirkjuni í morgun.

Hanus á Gøðrum, sóknarprestur, hevði eina barnavinarliga guðstænastu og skúlakórið, sum er samansett av næmingum í 1. til 5, flokki, sang tveir sangir.

Til seinast bleiv sungið “Gleðilig jól”, áðrenn børnini vórðu send heim í jólafrí.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy