Tíðindi

06.01.2023
Klaksvíkar kommuna er partur av Vanganum

Tær fyrstu tænasturnar hjá Klaksvíkar kommunu eru nú tøkar á Vanganum. Hetta merkir, at borgarar í allari kommununi ómakaleyst fáa atgongd til tænastur umvegis appina hjá Talgildu Føroyum. Í fyrsta umfari ber til at søkja um byggiloyvi, frípláss, mentanarstuðul, søkja um at hava tiltak á kommunalum øki og søkja um pláss í frítíðarskúla ella dagstovnapláss, og koma fleiri tænastur leypandi á veitarasíðuna.

Karl Johansen, borgarstjóri, fegnast um, at tænasturnar hjá Klaksvíkar kommunu nú eru tøkar á Vanganum.

-          Hetta er ein dagur sum vit hava bíðað eftir við spenningi. Tað hevur stóran týdning fyri okkara kommunu at veita eina skjóta, góða og ikki minst eina einsháttaða tænastu til allar borgarar. Við Vanganum fáa borgarar í øllum aldri, í øllum bygdum, eisini teir sum eru staddir uttanlands, somu tænastu, og tað hevur stóran týdning fyri eina kommunu sum okkara.

Samstundis sum Klaksvíkar kommuna verður partur av Vanganum, gjørdist Skúvoyar kommuna tað eisini. Klaksvíkar og Skúvoyar kommuna eru næst størsta og næst minsta kommuna í landinum.

Í alt eru seks kommunur nú á Vanganum og fleiri eru ávegis í 2023. Málið hjá Talgildu Føroyar er, at  føroyingar skulu kunna avgreiða flestu av sínum viðurskiftum við tað almenna og kommunur talgilt á Vanganum.

Nicolai Mohr Balle, stjóri í Talgildu Føroyum, sigur at tey í Talgildu Føroyum eru sera fegin um at bjóða báðum kommunum vælkomnar á Vangan. Hóast ymiskar í stødd hava tær somu avbjóðingar og ynski um at veita borgarum sínum góðar og tíðarhóskandi tænastur talgilt.

Klaksvíkar kommuna arbeiðir miðvíst at menna fleiri tænastur á Vanganum, og koma væntandi fleiri sjálvgreiðslur sum árið líður.

Sí fleiri tænastur hjá Klaksvíkar kommunu á Vanganum.

Onnur tíðindi
03.02.2023

Heilsufótbóltur aftur á skrá

02.02.2023

Hevur tú fingið spurnarblað?

02.02.2023

Skoytubreytin letur aftur á hesum sinni

01.02.2023

Upphiting til Torradagar í Klaksvík