Tíðindi

21.02.2023
Skrivstovufólk til Miðlan

Klaksvíkar kommuna leitar eftir tænastusinnaðum fólki til móttøkuna Miðlan. Arbeiðstíðin 32 tímar um vikuna, og miðað verður eftir, at tú kanst byrja 17. apríl. Í Miðlan kemur tú saman við dugnaligum starvsfólkum at mynda, hjálpa og greiða tey viðurskifti og tænastur, sum Klaksvíkar kommuna veitir sínum borgarum og samstarvsfeløgum.

Arbeiðsuppgávur:

Tú kemur, í tøttum samstarvi við starvsfólkini í Miðlan, at virka sum bindilið millum borgaran, samstarvspartar og umsitingina, har høvuðsuppgávan fevnir um at veita eina góða tænastu til borgarar í Klaksvíkar kommunu; hetta er bæði umvegis telefon, teldupost, og tá fólk koma á gátt.
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og til tíðir krevjandi við tíðarfreistum. Journalisering er ein stórur partur av arbeiðinum, og tú kemur eisini at avgreiða smærri málsviðgerðir so sum vígslur og graviloyvi, umframt at virka sum skrivari til fundir.


Førleikakrøv:

  • útbúgving sum skrivstovufólk ella líknandi
  • góðir málsligir førleikar
  • royndir í almennari fyrisiting kann vera ein fyrimunur
  • royndir við journalskipan kann vera ein fyrimunur


Vit ímynda okkum eitt starvsfólk, sum:

  • hevur kunnleika og royndir við journalisering.
  • arbeiðir sjálvstøðugt og hevur gott yvirlit
  • er tænastusinnað og álitisfult
  • tolir at arbeiða undir trýsti
  • tolir at vera avbrotið í sínum arbeiði
  • er fyrikomandi, røkið og jaligt
  • hevur góð evni at samstarva og samskifta


Setanarviðurskifti:

Starvið, sum er 32 tímar um vikuna, verður sett sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið, lønarflokkur 3, at byrja 17. apríl ella skjótast til ber.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til Karinu Mohr, toymisleiðara, á telefon 410052 ella teldupost karinam@klaksvik.fo


Umsókn:

Umsókn við prógvi, lívsgongdarlýsing og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast hósdagin 23.02.2023. Miðað verður eftir at hava setanarsamrøður síðst í viku 8.


Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Skrivstovufólk til Miðlan

Onnur tíðindi
23.07.2024

Býráðsskrivstovan í summar­frítíðini

17.07.2024

Ferðslu­kunning í samband við dystin hjá Víkingi á Djúpumýru

17.07.2024

Stongt vegna jarðarferð

16.07.2024

Stangavegu­rin asfalteraður