Tíðindi

23.02.2023
Brot úr Torraskránni hósdagin

Hósdagur 23. februar í Torravikuni hevur hópin at bjóða. Byrjað verður við Torrakafé í Beteda við sangi, framløgu, góðum kaffi og góðum kakum afturvið - eisini góðum tónleiki.

kl. 09.00 - 21.00 Café Fríða, Torgið - Livar Nysted listaframsýning

kl. 10.00 Betesda - Torrakafé - Nøkur føroysk vinnumenningarbrot og Klakksvíkar Hermetikk - John Høj og Jógvan við Keldu greiða frá - 17 sangarar syngja – Boðið verður til te og kaffi aftaná og Kafé-bólkurin spælir og syngur

kl. 11.30 - 16.00 Café Gloria - Tað stóra fiskaborðið - Møgleiki verður at velja millum fleiri fiskarættir, lippur, kjálkar, knettir, frikadellir, saltfisk, ræstan fisk, feskan fisk, livur og rogn, laks og annað - Eisini verður kaffi/te og køkur. Talan er um ársins fiskaborð við øllum, sum hoyrir Torratíðini til!

kl. 12.00 - 15.00 Café Fríða - Leskiligir fiskarættir hvønn gerandisdag í Torravikuni. Sjálvandi er eisini vanliga matskráin tøk

kl. 14.00 - 17.00 Gamla Seglhúsið - Framsýning við Frits Johannesen

kl. 16.00 Smæran - Søgan um Skálanes - Helgi Jacobsen Fransaskonnartin, Skálanes hjá Dáva í Gerðum og J. F. Kjølbro var bygd í 1931. Í 1946 fekk Skálanes sum fyrsta skip av sínum slag eina lítla frystilast. Kom og hoyr søguna um Skálanes, sum Helgi heldur legði lunnar undir endurnýggjan av skipaflotanum

kl. 16.00 - 20.00 Spinnaríið - AFTURLIT - dupultframsýning í Spinnarínum í Klaksvík, við myndum og málningum hjá tveimum lokalum mentamonnum - fjølbroytti listamálarin Amariel Norðoy, og speiski, skemtingarsami keiputeknarin Óli P.

kl. 16.00 - 20.00 Spinnaríið - Hvat skal henda í Spinnarínum? - Áhugafelagið, Spinnaríið kunnar um visiónir og ætlanir - Kunningartilfar við myndum, filmi og teksti verður tøkt, meðan framsýningin er opin

kl. 17.00 - 19.00 Bókasavnið - Málkafé - Reyði Krossur - Málkafé er ein støkk inn málkafé við sjálvbodnum hjá Reyða Krossi The Library - Red Cross - Málkafé is an informal drop-in language café run by Red Cross volunteers. Volunteers will speak Faroese with anyone who wants to practice their Faroese conversational skills

kl. 17.30 - 20.30 Blákrossbúðin - Opið hús á Torra - Vælkomin at vitja og kunna teg um endurnýtslu handilin í Klaksvík hjá Bláa krossi - Kaffi er í kannuni

kl. 19.00 Café Gloria - Sjavskapping á Café Gloria

kl. 19.00 Bókasavnið - Bindiskeið - við Sáru Mrdalo frá Navia

kl. 19.00 Norðoya Forminnasavn í Miðstovuni - Kvøldseta við huldusøgum í Miðstovuni - Jóan Pauli Joensen, professari í fólkalívsfrøði, hugleiðir um huldusøgur og onnur fyribrigdi - eisini verður boðin ein drekkamunnur. Tak stokkarnar við! - avmarkað pláss, um tú torir!

kl. 19.30 Skúlatrøð - Gamla Miðhøllin - Føroyingahavnin - Týðandi leiklutur hjá føroyingum – Max Cecil Weihe, Henrik Old, Poulina Abrahamsen, og Bárður Dam í Baianstovu, arkitektur, sum var við til at skráseta økið kring Føroyingahavnina greiða frá

kl. 20.00 Christianskirkjan - Marjun í Kálvalíð, prestur og Kórið í Christianskirkjuni luttekur

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy