Tíðindi
23.02.2023
Afturgjaldsætlan samtykt
Á býráðsfundinum í kvøld samtykti Klaksvíkar býráð eina afturgjaldsætlan, og merkir, at kommunala bankaskuldin í 2028 verður 106 mió. kr. undir loyvda skuldarmarkinum.
Útgangsstøðið fyri samtyktini er rakstrarroknskapurin hjá kommununi – inntøkur, rakstur, rentustuðul og avtalurnar, sum kommunan hevur við fíggjarstovnar fyri einstøku lánini. Harafturat er afturgjaldsætlanin bygd á tær metingar og framrokningar, ið eru gjørdar fyri árini 2022 – 2028.
Avtalan merkir, at um ætlanin verður fylgd, so verða 30 mió. kr. settar av til lánsgjøld (rentur og avdráttir) pr. ár. og verður bankaskuldin í 2028 sostatt áleið 260 mió. kr. og nettoskuldin harvið áleið 106 mió. kr. undir skuldarmarkinum.
Onnur tíðindi

04.07.2025
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan líkvogn

04.07.2025
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby

01.07.2025
Býráðsskrivstovan í summarfrítíðini

30.06.2025