Tíðindi

24.02.2023
Theresa Turiðardóttir Kreutzmann nýggjur stjóri á Visit Norðoy

Theresa byrjar í starvinum 1. mars 2023

Theresa er 55-ára gomul og er útbúgvin Serviceøkonom við sergrein í ferðavinnu, og er í løtuni í holt við eina leiðsluútbúgving á Fróðskaparsetrið Føroya.

Theresa hevur drúgvar royndir innan ferðavinnu og hevur í fleiri ár verið stjóri á Nuuk Tourism og Visit Tórshavn. Harumframt hevur hon starvast hjá Atlantic Airways, Air Greenland, Air France og á ymsum ferðaskrivstovum.

Seinastu árini hevur hon sett café Glasstovuna á stovn á Tvøroyri og síðani keypt Hotel Bakkan í Vági, hetta fyri at skapa nakað fyri ferðavinnuna í Suðuroynni. Glasstovuna seldi hon í fjør, men Hotel Bakkan eigur hon framvegis, og hevur hon fingið onnur at taka sær av hotellinum.

Seinastu árini hevur Theresa harumframt starvast í egnari fyritøku, har hon, saman við øðrum, hevur arbeitt við strategi- og menningartilgongdum innan ferðavinnuna í Føroyum. Tá Theresa starvaðist í Nuuk Tourism, arbeiddi hon fyri at fáa fleiri cruise skip til Nuuk, og hetta eydnaðist væl, tey fóru frá 10 til 32 skip uppá fá ár.

Ferðavinnan er í støðugum vøkstri og kemur Theresa at standa á odda fyri ferðavinnumenning í Norðoyggjum, sum umfatar allar oyggjar og allar bygdir í Norðoyggjum.

Tíðindaskriv frá Visit Norðoy, 24. februar

Onnur tíðindi
04.06.2023

Norð­oyastevnan í myndum

02.06.2023

Stjóri til Klaksvíkar Havn/­Havnameistari

02.06.2023

Endur­nýtslan stongd leygar­dagin á norð­oyastevnu

01.06.2023

Ferðslan á norð­oyastevnu