Tíðindi

06.03.2023
Spæl føroyskt í Klaksvík

Spæl føroyskt er bæði ein vika, har KVF fer at spæla føroyskan tónleik burturav og ein vika við framførslum og framløgum við føroyskum tónleiki kring alt landið. Tað eru Tónleikasamband Føroya og KVF, sum samstarva um “Spæl føroyskt”.

Kommunan hevur fingið áheitan um at eggja stovnum og øðrum at taka lut í hesum, og fleiri hava tikið av tilboðnum. 

Skráin í Klaksvík sær soleiðis út: 

Mánadagin

Gamla brandstøðin kl. 19.00-21.00

Venjing hjá Klaksvíkar hornorkestri - komið og lurtið

Heimið við Vágna kl. 19.00

Hans Hjalti og Hóraldur spæla góðan føroyskan tónleik

Týsdagur 

Býráðsumsitingin kl. 11.00

Felagssangur. Kristoffur Olsen situr við tangentarnar.

Øll eru vælkomin


Norðoya Ellis- og Vistarheim kl. 19.00

Steintór Rasmussen spælir góðan føroyskan tónleik

 

Mikudagur 

Húsið kl. 14.00

Kom og vel tín yndis føroyska sang.  

 

Nólsoyar Pálsgarðurin kl. 16.00

Steðga á og lurta! Rani Nolsøe spælir góðan føroyskan tónleik 

Heimið við Vágna kl. 17.00

Kórið Eystanljóð syngur 


Hósdagur 

Norðoya Røktarheim kl. 19.30

Klaksvíkar manskór venur á Niðristovu

 

Fríggjadag 

Býráðsumsitingin kl. 10.00

Felagssangur. Kristoffur Olsen situr við tangentarnar.

Øll eru vælkomin

Annars er at siga, at øll kunnu vera við. Tað er bara at skipa fyri eini konsert, felagssangi, framløgu ella øðrum og senda kunning til booking@musikk.fo og tit koma á skránna hjá Spæl Føroyskt. 

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy