Tíðindi

29.03.2023
Nærveran í hásæti í Fjallfípuni

Á heimasíðuni hjá Pedagogfelagnum er ein samrøða við Bjartu Hansen og Judit Lassen, sum báðar arbeiða sum námsfrøðingar í Fjallafípuni, og Jórun Niclasen, leiðara í Námsfrøðiligu Ráðgevingini í Klaksvíkar kommunu. Í samrøðuni leggja tær dent á, at í námsfrøðiliga arbeiðinum er tað er umráðandi at leggja eyka dent á løturnar við nærveru.

Greinin bleiv skrivað, eftir at tær tríggjar, Bjarta, Judit og Jórun, høvdu havt framløgur á Skúlatrøð, tá ið áhugabólkurin Dagstovnanámsfrøði í Føroyum í november skipaði fyri fundi í Klaksvík. Í hesum sambandi greiddu tær frá, hvussu tey arbeiða við evninum ’Nærvera’ í Fjallafípuni.

Her endurgeva vit greinina hjá Pedagogfelagnum:

 

Nærvera má vera natúrlig

Tað er kanska eitt sindur ringt at seta heilt neyv orð á, hvat nærvera er fyri nakað. Tað snýr seg um at geva sær stundir, at vera til staðar og at savna seg um tey, tú ert saman við.

  • At ganga niðan á Kjøl uttan at skeita eftir klokkuni og merkja sigurskensluna brúsa, tá ið málið er rokkið.
  • At siga ”góðan morgun” við hvørt einstakt barn og vita, hvat fyri barn vil sleppa at tekna eina løtu í friði, og hvør fyrst vil hava klemm nakrar minuttir, áðrenn dagurin kann byrja.
  • At sita á einum steini og bara hyggja rundan um seg.
  • At lesa søgu saman.
  • At spæla uttan skíggjar.

Hetta eru alt dømi um nærveru. Í Fjallafípuni stremba tey eftir at leggja arbeiðið á stovninum soleiðis til rættis, at nærvera er ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá børnum og vaksnum.

-Nærvera snýr seg um, at eg allatíðina eri tilvitað um, at tað snýr seg um tey fólkini, eg eri saman við. Og tá ið eg eri saman við teimum her, so má eg koyra tað burtur, sum gongur fyri seg har. Eg má savna meg um tey børnini, eg eri saman við nú, og um tað, vit eru saman um. Eg má eisini vera tilvitað um signalini, sum børnini senda, greiðir Jórun frá.

Hon sigur, at tá ið hon í síni tíð byrjaði sum námsfrøðingur, setti mann kanska ikki so nógv orð á hetta við nærveru. Hetta var bara nakað, sum var.

Nú eru vit farin at seta so nógv orð á hetta, og í hennara høvdi kann tað viðhvørt vera ein tvístøða, tá ið vit tosa um nærveru, tí vit skulu ansa eftir, at nærvera ikki verður kunstigt – nakað sum skal setast á skrá ella í eitt skema. Nærveran má vera natúrlig. Samanumtikið kunnu vit siga, at námsfrøði er nærvera.

-Summi siga, at tað vit gera, tað er umsorgan fyri børnunum. Ja, tað er ein sjálvfylgja. Tað er ein sjálvfylgja, har sum menniskju eru saman, at mann hevur umsorgan fyri hvørjum øðrum. Og serliga tá ið tað eru børn, sigur Jórun.

 

Nógv á skránni

Hóast nærveran eigur at vera ein sjálvfylgja, so eru Jórun, Judit og Bjarta samdar um, at tað í dag kann vera avbjóðandi at halda fast um nærveruna.

Í dag kunnu børnini fara til so nógv ymisk frítíðartilboð, eftir at tey koma heim úr barnagarðinum. Tað er sjálvandi ymiskt, hvat familjurnar trívast best við, men tað er ikki vist, at børn hava tørv á so  nógvum tiltøkum hvørja viku. Í dag kunnu børn, frá tí tey eru trý ára gomul, byrja at spæla fótbólt, hondbólt, flogbólt, fimleik og svimjing.

Eisini dagstovnarnir hava nógv á skránni. Jórun heldur, at tað er væl meira á skránni á dagstovnunum í dag sammett við, tá ið hon var nýggj í fakinum.

-Jú, vit høvdu eisini nógv á skránni. Virksemið var nógv tengt at árstíðunum. Vit vóru nógv úti í náttúruni, høvdu ávís støð, sum vit vitjaðu javnan, og so var tað virksemið inni. Eg haldi, at ferðin var ein onnur. Í dag gongur alt við rúkandi ferð, og viðhvørt hugsi eg,um børnini eru við í øllum tí, sum er á skránni. Vit høvdu eisini nøkur føst tiltøk um árið, men eg haldi, at tað er meira nú, sigur Jórun.

-Og so eru tað tiltøk sum t.d. jólahald. Sangir skulu venjast og lærast uttanat. Tað fer nógv tíð til fyrireiking av ymsum slag, sigur Judit.

Harumframt eru formlig krøv og skyldur, sum eru ásett frá myndugleikum.

-Nógv krøv verða áløgd stovnunum frá landinum – bæði gjøgnum dagstovnalógina, í menningarætlanum o.s.fr. Tað eru nógv pappír at fylla út. Eru børn við serligum tørvi á stovuni, samstarva vit við Sernám og Námsfrøðiligu Ráðgevingina. Hetta tekur eisini tíð. So er tað arbeiðið við Betri Vinum og anti-happing, sum vit eisini skulu hava at passa inn í gerandisdagin á stovninum, sigur Bjarta.

 

Síggja hvørt einstakt barn

Á einum dagstovni við nógvum skyldum og málum kann tað viðhvørt vera ein avbjóðing at vera 100% til staðar og verja um nærveruna, ásanna Judit og Bjarta.

-Men vit royna altíð at vera sera tilvitað um at síggja hvørt einstakt barn og taka atlit til tey. Tú sært ikki bara ein bólk av børnum. Tú sært hvørt barnið. Hetta liggur í tí professionella sum námsfrøðingur, og tað liggur bara í bakhøvdinum, sigur Bjarta.

-Vit klemma tey ofta um morgunin og geva teimum tíð. Eitt til eitt er best um morgunin. Onkur vil í vindeygað at veittra. Onkur vil tekna í 5-10 min. Onkur vil bara hava klemm. Vit vita, hvør vil hava hvat, sigur Judit.

Hon sigur, at tað er umráðandi, at børnini merkja, at tey eru sædd. Bjarta er samd.

-Um barnið fer afturum onkrastaðni, so fari eg altíð aftaná. Leggi kanska hondina á ryggin á barninum fyri at vísa, at eg havi sæð tað, sigur Bjarta.

Í Fjallafípuni royna tey sum sagt at fáa nærveruna inn í bæði gerandisdagin og í tey tiltøkini, sum tey skipa fyri á stovninum.

Og hvat gera tey so í Fjallafípuni um dagarnar?

Fjallafípan er ein náttúrubarnagarður fyri 5-7 ára gomul børn, sum liggur mitt í náttúruvakra økinum, Úti í Grøv. Hetta merkir, at børn og vaksin bert hava eitt lítið hanagleiv út í náttúruna, har viðarlundin, fjøran, áin og hagin eru spæliplássið. Og náttúran verður brúkt sera nógv, tí hon er eitt gott stað hjá børnum at hugsavna seg, uppliva nærveru, samstundis sum tey verða stimbrað og ment.

 

Niðan á Kjøl

Eitt afturvendandi tiltak er árligi gongutúrurin úr Fjallafípuni niðan á Kjøl, sum er 342 metrar til hæddar. Á hesum túrinum fáa børnini stimbrað allar sansir, tey merkja nærveruna, og klokkan er ikki avgerandi – børnini brúka ta tíðina, tað tekur at ganga niðan, og ongin skundar undir. Túrurin varar so leingi, sum børnini eru upptikin av at vera túr.

-Tað er ofta so nógv fokus á, at vit skulu náa okkurt innan fyri eina ávísa tíð, sigur Judit, sum heldur tað vera umráðandi, at børnini sleppa at merkja, at ongin tíðarkarmur er.

Bjarta hevur ofta gingið aftast, og hetta eru serligar løtur við hugna og nærveru.

-Mann kann seta seg niður og hugna sær. Fáa sær eitt bomm ella eina breyðflís úr matpakkanum, og so gongur mann víðari. Vit siga ikki ”kom nú”, men taka tað púra róliga. Og børnini eru sera glað, sigur Bjarta.

Hon minnist serliga eina ferð, tá ið tað tók sera langa tíð at ganga niðan. Hon fylgdist við einum barni í barnagarðinum.

-Vit komu niðan á Kjøl, tá ið hini børnini vóru á veg oman. Hetta barnið var SO fegið um, at nú hevði tað endiliga klárað hetta. Tá hugsaði eg, at tað var sera týdningarmikið, at vit tóku okkum ta tíðina, vit tóku niðan, sigur Bjarta.

 

Nærvera og sosial sambond

Viðhvørt fara tey túr at hyggja at fuglum, eggum og pisum. Har læra børnini um náttúruna, og at tey ikki skulu nerta við eggini. So eru tað krabba-túrarnir, har tey fara oman í Grøv og ganga heilt inn í Borðoyarvík fram við fjøruni.

Túrarnir styrkja sosialu sambondini millum børnini og geva teimum eisini møguleika at menna nýggj sambond, tí tey knappliga fylgjast við onkrum øðrum barni, enn tey plaga.

-Tá ið veðrið er gott, eru børnini í ánni. Har spæla tey bara, og so seta tey seg við einum matpakka. Tey eru bara har, sigur Judit.

-Mær dámar væl at vera úti og síggja børnini bara fella í spælið. Onkur setir seg á ein stein, og so kemur onkur annar og setir seg har. Har er ongin klokkutíð upp á spæl, sigur Bjarta.

Tey hava ein stóran stein nærhendis, sum tey plaga at vitja, og har spæla børnini altíð væl og leingi.

Hóast Fjallafípan er útibarnagarður, eru børnini eisini inni. Starvsfólkini hava tó verið tilvitað um, at leikurnar inni skulu vera av slíkum slag, at tær stimbra hugflogið, og sum børnini kunnu byggja sjálvi – perlur, litir, lego o.s.fr. Tey hava lutfalsliga fáar leikur, tí grundarlagið undir Fjallafípuni er uttandura umhvørvið.

 

Von við klokku

Námsfrøðingarnir merkja ofta á børnunum, at tey eru von við, at klokkan avger nógv. Judit og Bjarta siga, at tá ið tey spæla ella gera okkurt kreativt, mugu tey viðhvørt minna børnini á, at tey hava góða tíð. At teimum ikki nýtist at skunda sær.

-Tað er týdningarmikið, at mann sum starvsfólk dugir at siga, at tað snýr seg ikki altíð um úrslit. Tað snýr seg um, at vit hava tað gott, læra nakað saman, ella at eg fái vakt forvitnið, sigur Jórun.

Sum starvsfólk mást tú duga at leggja uppgávur til viks, tí júst nú hevur nærleikin størri týdning. At tú velur at spæla eitt borðspæl, lesa søgu ella perla saman við børnunum.

 

Hetta er tó lættari sagt enn gjørt.

-Situr tú ein morgun við nøkrum børnum og spælir, og foreldur koma við einum barni, so sigur mann góðan morgun ella reisir seg upp at taka ímóti barninum, um onki annað starvsfólk er har júst tá, greiðir Judit frá.

Hetta er ein avbjóðing, ásannar Jórun og sigur tað hava stóran týdning, at einstøku dagstovnarnir eru tilvitaðir um at geva starvsfólkunum umstøður til nærveruna. Hetta kann m.a. gerast við at starvsfólkini skipa seg, soleiðis at tey t.d. avtala, hvør tekur ímóti, tá ið foreldur koma við børnum,  meðan eitt annað starvsfólk fær frið at hugsavna seg um spælið ella søguna, sum er í gongd.

Júst hetta við at skipa seg er nakað, sum tey á Námsfrøðiligu Ráðgevingini viðhvørt hjálpa stovnum við, sigur Jórun.

 

Korona lærdi okkum

Okkurt er kortini broytt við okkara strongda gerandisdegi seinastu árini, halda Judit, Bjarta og Jórun. Rákið tykist at ganga tann vegin, at fólk eru farin at geva sær betri stundir, og at tað ikki er so neyðugt, at nakað hendir alla tíðina. Hetta er serliga eftir koronufarsóttina.

Foreldrini duga t.d. betur at siga, at tey fara beint heim, tá ið tey koma eftir børnunum á dagstovninum. Tað er ikki longur so neyðugt, at nakað hendir eftir barnagarðin, og at onnur børn altíð skulu heim við at spæla. Fólk duga í dag betur at síggja eitt virði í onki at gera.

-Ja, eg haldi at rákið byrjar at venda. Foreldur seta meira orð á, at vit fara heim nú, og at tað ikki er neyðugt, at tað hendir meira, tá ið barnið hevur spælt fleiri tímar í barnagarðinum. Tað tykist eisini, sum at foreldrini eru meira tilvitað um, at barninum ikki nýtist at ganga til alt. Tey flestu hjá okkum ganga til eitt ella tvey frítíðarítriv, sigur Bjarta.

-Hetta rákið byrjaði kanska áðrenn korona, men eg haldi, at korona hevur lært okkum nógv um, at tað væl ber til at vera við hús, sigur Jórun.

Tað er sjálvsagt ymiskt frá barni til barn, hvat tey hava tørv á. Og familjur eru eisini ymiskar. Summar familjur trívast kanska best við, at nógv er á skránni, siga námsfrøðingarnir.

Onnur tíðindi
17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu

12.04.2024

Teknmál veitir lívsgóðsku