Tíðindi
Vísandi til kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn, lýsir Klaksvíkar kommuna við hesum lendi til 13 randarhús í 1. byggistigi á Fossum í Klaksvík til sølu.
Tað er upp til tey bjóðandi at koma við skitsuuppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, men kravið er, at búeindirnar skulu gerast sum 13 randarhús. Víst verður til 2. fylgiskjal. Búeindirnar kunnu verða bygdar til leigubústaðir, lutabústaðir ella eigarabústaðir.
Við heimild í somu kunngerð stendur kommununi frítt at velja millum innkomnu tilboðini ella ongum at taka av. Innkomin tilboð verða viðgjørd í trúnaði, til ognin er seld
Randarhúsgrundstykkini eru 13 í tali, tey máta uml. 9 m x 22 m og eru uml. 200 m2 hvørt. Alt økið er 2600 m2 til støddar (sí 2. fylgiskjal). Kostnaðurin fyri økið er kr. 1500 kr/m2, t.v.s. kr. 3.900.000,-
Øll, sum bjóða, binda seg til at byggja og fíggja allar lutir í verkætlanini. Skrivlig boð verða at lata kommununi í afturlatnum brævbjálva, saman við tilfari og fylgiskjølum á geyma og váttan um fígging frá fíggingarstovni, í seinasta lagi 7. aug. 2023 kl. 12:00. Viðmerk málsnr. og heiti á brævbjálvan: 23/00607 – Randarhús á Fossum.
2. Fylgiskjal - B100 Støðumynd
3. Fylgiskjal - Faldari útstykking á Fossum
Fyrispurningar
Fyrispurningar viðvíkjandi útbjóðingini, mannagongd v.m. kunnu setast skrivliga til klaksvik@klaksvik.fo. Viðmerk 23/00607 - Útlutan av randarhúsgrundstykkjum á Fossum.






Fólkatingslimir á vitjan

Skráin er tøk!

Barnahúsið Margit 16 ára føðingardag
