Tíðindi

15.07.2023
Ítróttardagur fyri tilflytarar

Í dag hava tilflytarar, saman við integratiónsnevndini í Klaksvík, skipað fyri ítróttardegi í Klaksvík. Klaksvíkar kommuna hevur somuleiðis stuðlað tiltakinum. Dagurin var serliga ætlaður tilflytarum og familjum teirra, men øll vóru hjartaliga vælkomin.

Á skránni á degnum vóru kappingar í kurvabólti, flogbólti, badminton og borðtennis. Eisini vóru fleiri stuttligar kappingar á skránni, sum serliga hava stóran týdning at felagsskapin og samanhaldið Eisini var møguleiki at keypa ymiskan asiatiskan mat, og var hetta tikið sera væl ímóti.


Øll vóru sera væl nøgd við dagin og luttókum eini 100 til 150 á degnum, har summi eisini vóru komin at heppá teirra lið. Serliga var tað kurvabóltur, sum hevði serligan stóran áhuga millum áskoðararnar.
Hetta er triða ferðin at skipað verður fyri líknandi tiltaki fyri tilflytarar, so helst er árligi ítróttardagurin fyri tilflytarar komin fyri at vera.

Onnur tíðindi
20.05.2026

Stongt fyri allar ferðslu undir Fossum

20.05.2026

Varaleiðari og námsfrøð­ingar til Blákolluna

19.05.2026

Almennur fundur um undirsjóava­tunnil í Kalsoynna

12.05.2026

Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið