Tíðindi
13.09.2024
Melda til heilsufótbólt 2024
Nú ber aftur til at melda seg til heilsufótbólt (heyst skeið). Venjingarnar vera mikudag kl. 16:00 og fríggjamorgun kl. 8:00, og aftur hesaferð vera tað Marjun Kalsø og Eydna Thomsen, sum koma at standa á odda fyri venjingunum.
Tilboðið er ætlað øllum teimum, sum eru 60+, og øll sum melda seg til sleppa at luttaka. Kostnaður fyri hvørt skeið er 300kr. Fyrsta venjingin í hesum skeiðnum verður mikudagin 18. septembur kl. 16.00.
Melda til her: Heilsufótbóltur 2024 (heyst skeið)
Heilsufótbólturin byrjaði sum ein verkætlan, men hevur síðan verið bjóðað út sum eitt kommunalt tilboð, skipa í tøttum samstarvi KÍ. Tilboðið hevur longu tvey ár á baki. Vant verður tvær ferð um vikuna í 10 vikur. Vant verður á Djúpumýru.
Onnur tíðindi
16.09.2026
Róðrarneystið verður nýtt til nógv ymisk endamál
14.09.2026
Rúmdarfyrilestur v/David Arge Klevang í Varpinum
09.09.2026
Bárður á Lakjuni vitjaði Klaksvíkar Kommunu
07.09.2026