Tíðindi

23.10.2026
Dagføringar gjørdar í Badmintonhøllini

Seinastu vikurnar eru dagføringar gjørdar í Badmintonhøllini. Arbeitt hevur verið við at betra um høllina við nýggjum gólvi og høllin er eisini málað.

Gamla gólvið, sum varð lagt í 2007, var vorðið so mikið slitið, at tørvur var á eini endurnýggjan. Samstundis er høllin innan málað, soleiðis at hon hevur fingið eitt ljósari og meira innbjóðandi snið.

Í sambandi við nýggja gólvið eru eisini nýggjar vallarstrikur gjørdar. Hetta hevur gjørt vallarøkið størri og gevur feløgunum betri møguleikar at skipa virksemið og nýta høllina á bestan hátt.

Síðsta hond verður løgd á arbeiðið í dag, og høllin verður tí klár til nýtslu aftur um vikuskiftið.

Onnur tíðindi
21.10.2026

Viðmerking til tíðindaskriv um NMC PROTECTOR

20.10.2026

Dagrøktarar til Klaksvíkar kommunu

20.10.2026

Kunningarfundur fyri tilflytarar á Miðnámi á Kambsdali