Tíðindi

04.09.2023
Kloakkleiðing á Kráargøtu verður umvæld

Klaksvíkar kommuna fer í viku 36 at umvæla kloakkleiðingina á Kráargøtu, arbeitt verður frá Hellisenda á Borðoyarvík og til Gráastein.

Kloakkleiðingin verður umvæld við at fóðra leiðingina innan. Ein fyrimunur við hesi arbeiðsgongd er, at hon er til so lítlan ampa, sum til ber fyri íbúgvarnar, meðan arbeiðið er í gongd; tí neyðugt verður ikki at grava gongu- ella vegbreyt upp fyri at umvæla kloakkleiðingina.

Arbeiðið verður mett at taka tríggjar arbeiðsdagar, frá týsdegnum 5. sep. til hósdag 7. sep. 2023. Arbeitt verður millum kl. 08.00-16.00 hesar dagar.

Hetta eiga tit sum íbúgvar at geva tykkum far um
Neyðugt verður hjá arbeiðsfólkinum at sleppa framat vegdeklsum við eftirlitsbili og amboðum, tí fer kommunan at heita á tykkum, sum búgva í økinum, um at vera umhugsin, tá ið parkerað verður á vegnum. Setið bilin á annað stað ella parkeringspláss, so tit altíð kunna sleppa avstað aftur við bilinum.

Luktur
Viðhvørt merkist ein plastluktur. Varnast tit henda lukt, hjálpir tað at stoyta vatn í vatnlásini í vøskum, frárenslum í gólvinum og vesikummum. Lufta eisini út.

Verið sparin við vatni
Tá ið arbeiðið at fóðra kloakkleiðingina er í gongd, er umráðandi, at so lítið av vatni, sum til ber, rennur í kloakkleiðingini. Kommunan heitir tí á tykkum um at avmarka vatnnýtsluna, meðan arbeiðið er í gongd (kl. 08.00-16.00).

Eru ivamál ella spurningar, ber til at seta seg í samband við spillvatnssamskiparan á tlf. 410000 ella 410007.

Onnur tíðindi