Tíðindi
Tað er ein av niðurstøðunum á skeiðnum, sum Ven og Virka í hesum døgum skipar fyri í samstarvi við Dansk Selskab for Fysioterapi i Gerontolog og Geriatri. 22 fysioterapeutar úr øllum landinum luttaka á skeiðnum, har dentur verður lagdur á styrki- og konditionsvenjing til eldri, sum hava sjúkur ella ellisbrek.
Talan er um eitt skeið á høgum støði, og er fyrsta av sínum slag í Føroyum. Skeiðið er bæði teoretiskt og praktiskt og gevur luttakarunum, sum øll starvast á eldraøkinum ella á heilsuøkinum, holla vitan um nýggjastu gransking á økinum.
Sandra Jovevic, fysioterapeutur í Nánd, er væl nøgd við skeiðið.
- Fyrst og fremst er tað ótrúliga gevandi at luttaka á skeiði saman við øðrum fysioterapeutum, sum starvast innanfyri sama øki. Hóast starvsplássini eru ymisk, so ber væl til at samanbera arbeiðsstøður, og at fáa íblástur frá hvørjum øðrum.
- Undirvísingin hevur havt eina sera góða javnvág millum teori og praksis. Um eg skal nevna ein lærdóm, so er tað tilvitskan, ella áminningin um, at eldri megna meira enn tey sjálvi halda. Kanska eisini meira enn vit halda.
- Vit hava lyndið til ikki at pressa teir eldru borgararnar, sum vit møta, ov nógv. Tað eiga vit at eftirmeta, tí nýggjasta granskingin sigur, at tað er gott fyri tey eldru at kýta seg, tí tað vísir seg at vera minni skaðiligt enn at venja lætt.
Hedevig Matras, deildarleiðari í Ven og Virka, sigur, at tað hevur stóran týdning, at starvsfólk mennast í sínum starvi.
- Hesar dagarnar hava vit m.a. fingið íblástur til, hvussu vit skipa eina góða ætlan fyri tann einstaka. Ymiskar sjúkur og ymisk ellisbrek krevja tillagaða venjing, og tað setur krøv til eina góða og skynsama venjingarætlan.
- Luttakararnir hava verið ómetaliga virknir, so eg haldi eg kann siga, at hetta skeiðið hevur verið væleydnað.
Esben Kjeldgaard, Cand. Scient. i Fysioterapi, Cert. Sportsfysioterapeut og Niklas Grundt Hansen, Cand. Scient. i Fysioterapi, Specialist i Geriatrisk og Gerontologisk Fysioterapi hava staðið á odda fyri skeiðnum, sum er fyriskipað í samstarvi við Ven og Virka í Norðoya Bú- og Heimatænastu.



Fólkatingslimir á vitjan

Skráin er tøk!

Barnahúsið Margit 16 ára føðingardag
