Tíðindi
Dagrøktin hjá Klaksvíkar Kommuna søkir eftir økisnámsfrøðingi / varaleiðara. Talan er um fast starv, har tú dagliga arbeiðir sum økisnámsfrøðingur, umframt at hava nakrar fyrisitingarligar uppgávur.
Dagrøktarskipanin fevnir um 17, dagrøktarar og verður tín arbeiðsdagur út frá Spælistovuni á Brekku, har dagrøktarar og børn koma regluliga. Spælistovan er eisini karmur um gestarøkt og hevur starvsfólk knýtt at sær. Umframt hetta er eisini ein vøggustovueind við 10 børnum, ið húsast undir somu lon.
Arbeiðsuppgávurnar eru hesar:
• Saman við starvsfólkatoyminum at mynda námsfrøðiliga innihaldið í dagrøktini og í Spælistovuni
• Regluligar vitjanir heima hjá dagrøktarunum
• Hava innskrivingarsamtalu við foreldur, hvørs børn byrja í dagrøkt, útfylla Barnabókina saman við dagrøktaranum og at føra TRAS skema
• Ráðgeva og vegleiða dagrøktarum og foreldrum og samstarva við NR-ráðgevingina eftir tørvi
• Røkja leiðarauppgávur, tá leiðarin er burturstaddur
Vit ynskja, at tú:
• Ert námsfrøðingur
• Hevur áhuga í at skapa eitt umhvørvi, har børnini gleðast, trívast og mennast
• Hevur arbeiðsroyndir innan ansingarøkið við børnum, serliga 0-3 ára gomlum
• Arbeiðir skipað og sjálvstøðugt
• Ert virkin, røkin og hevur eitt gott samstarv við starvsfólkatoymini og foreldur
Setanarviðurskiftir:
Talan er um eitt fast starv á 30 t/v, har til ber at tillaga brøkin eftir nærri avtalu. Setan er frá 1. oktober 2023. Løn og setanarviðurskiftir eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.
Vilt tú frætta meira um starvið, ella tú hevur aðrar spurningar, so ert tú vælkomin at ringja til Fríðunn Jacobsen, leiðara, á tlf. 554119
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn starvsfólk verður sett í starv.
Umsóknin saman við prógvi og viðmælum skal vera okkum í hendi seinast 21. september 2023.
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Økisnámsfrøðingur/varaleiðari til dagrøktarskipanina

Fólkatingslimir á vitjan

Skráin er tøk!

Barnahúsið Margit 16 ára føðingardag
