Tíðindi
19.10.2023
Opið hús í Varpinum
Ein spennandi og drúgv verkætlan hevur seinastu árini tikið skap í miðbýnum. Øll hava kunnað fylgt við byggingini uttanfyri, men í dag fær almenningurin høvi at koma inn í Varpið til eina heilt serstaka uppliving.
Stýrið fyri Varpið bjóðar øllum vælkomnum í Varpið í dag frá kl. 17.00 til 20.00. Byrjað verður við røðum og sangi kl. 17.00 og aftaná verður nógv spennandi á skránni, so sum sangur, upplestur og framførslur av ymiskum slag. Framførslurnar eru væl umboðaðar av fjølbroytta mentanarlívinum í býnum. Eisini verður boðið kaffi og køka.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Onnur tíðindi

01.07.2025
Býráðsskrivstovan í summarfrítíðini

30.06.2025
Námsfrøðingur ella hjálparfólk til DR. MARGRETHU BARNAGARÐ

27.06.2025
Nýggja gólvið í KÍ-høllini tekur skap

26.06.2025