Tíðindi
26.10.2023
Ferðslukunning í samband við landsdyst á Djúpumýru
Í morgin, fríggjadagin 27. oktober, leika kvinnurnar hjá Føroyum í móti Aserbadjan á Djúpumýru í Klaksvík. Dysturin verður klokkan 14:00.
Í hesum sambandi verður Bøgøta stongd frá kl. 12.00 til 17.00. Stongt verður frá Atlantis og niðan til Badmintonhøllina, og tískil steðgar býarbussurin ikki á bøgøtu í hesum tíðarskeiðinum.
Somuleiðis verður J. Waagsteinsgøta stongd frá kl. 09.00 til 17.00. Undantak verður givið til tey, sum hava ørindir í Dr. Margrethu barnagarði.
Onnur tíðindi

01.07.2025
Býráðsskrivstovan í summarfrítíðini

30.06.2025
Námsfrøðingur ella hjálparfólk til DR. MARGRETHU BARNAGARÐ

27.06.2025
Nýggja gólvið í KÍ-høllini tekur skap

26.06.2025