Tíðindi
24.04.2025
Virkin spurnarkapping
Í samband við Virkið Vár hjá Klaksvíkar Kommunu, hevur Býarfríðkanin gjørt eina virkna spurnakapping, har neyðugt er at koma runt umkring í býnum fyri at kunna luttaka.
Hvussu eitur træið, sum jólamaðurin hongur pakkar á úti í Grøv? Ella veist tú hvat føroyskt orðatak stendur á brúna bonkinum, sum stendur í býarlundini yvir av Norðoya Sparikassa? Hetta eru nakrir av spurningunum, sum tú skalt finna svarini til.
Spurnarblaðið kann heintast á bókasavninum ella í Miðlan Nólsoyar Pálsgøtu 32. Til ber eisini at taka tað niður her:
Virkin spurnarkapping - spurnarblað
Lat spurnablaðið inn á bókasavninum í seinasta lagi 3. mai – og ver við í kappingini um góðar, grønar vinningar.
Onnur tíðindi

24.04.2025
Endurnýtslan stongd flaggdagin

24.04.2025
Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2025