Tíðindi

08.05.2024
Broytingar í ferðsluni

Í samband við umfatandi arbeiði á Stangavegin, verða broyingar í ferðsluni á eystursíðuni í Klaksvík. Meðan arbeiðið verður framt, verður ferðslan umskipa soleiðis:

Tekniska deild, saman við ferðslunevndini, hevur tikið avgerð um, Stangavegur verður einsrættaður suðureftir,  Kráargøta og Kjalarvegur verða einsrættaðir norðeftir, og at Heygavegur og Garðavegur verða einsrættaðir suðureftir. Neyðug skelting verður sett upp.

- Arbeiðið við Stangavegin er eitt týðandi arbeiði, har vit gera munandi ábøtur á eitt vegastrekki við sera nógvari ferðslu. Hóast hendan avgerð kemur at ávirka borgarar, so meta vit, at hetta er besta loysnin fyri ferðsluna í økinum, sigur Oddmar á Lakjuni, formaður í ferðslunevndini.

Arbeiðið er byrjað og heldur á nakrar vikur fram.

Onnur tíðindi
17.05.2024

Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskránna

16.05.2024

Endur­nýtslan tekur fyribils ikki ímóti lutum til Dugna

15.05.2024

Broyting í ferðaætlan­ini hjá leið 2

15.05.2024

Soleiðis rakar verkfallið