Tíðindi

18.06.2024
Dagstovnaeindin á Húsum fekk navnið “Blómugarður”

Fyrri liður í navninum er ein blóma, tí her skulu børnini í oynni spíra og blóma. Seinni liður í navninum er ein garður, sum kann setast í samband við nógvar garðar kring alla oynna. Á henda hátt bindur navnið “Blómugarður” stovnin og oynna saman. Soleiðis grundgevur Gudrun Bláskor fyri sínum uppskoti, sum vann kappingina um navn til nýggju dagstovnaeindina á Húsum.

Væl av fólki úr øllum pørtum av Kalsoynni møttu til móttøkuna í nýggju dagstovnaeindini á Húsum mánadagin, har Karl H. Johansen, borgarstjóri, og Eyðstein Ólason Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn og ung, umboðaðu býráðið.

Ein søguligur bygningur
Eyðstein helt røðu og handaði vinnaranum av navnakappingini, Gudrun Bláskor, blómutyssi og virðislønina, sum var ein kekkur á 3.000 krónur.
Í røðu síni legði hann dent á, at henda nýggja dagstovnaeindin í Kalsoynni ikki bert skal verða karmur um gerandisdagin hjá børnunum, men eisini ein blómandi miðdepil fyri felagsskapi, læring og menning.

- Bygningurin, sum nú hýsir dagstovninum, hevur eina drúgva søgu við nógvum virksemi. Húsið her – upprunaliga kallað “í Køkinum” – hevur verið eitt samlingsstað fyri ættarlið á Húsum.

- Køkurin er hjartað í hvørjum heimi, eitt stað har vit deila máltíðir, søgur og tíð við hvønn annan. Tí er tað kanska hóskandi, at ein dagstovnur nú fyllir hetta hús við barnsins látri, læring og spæli – og soleiðis føra húsins siðvenju sum eitt samlingsstað í bygdini og oynni víðari.

- Seinnu nógvu áratíggjuni hevur hetta húsið verið kallað “lærarahúsini”, og síðani Bygdarfelagið Sigursglæman keypti tey frá kommununi fyrst í 90’unum hevur húsið verið nevnt “bygdarhúsið”.

Navnakappingin fekk góða undirtøku
Tá freistin at luttaka var úti, vóru heili 19 uppskot komin inn til dómsnevndina, sum var mannað við umboðum fyri bygdarfelagið Sigursglæman, staðbundnu, nevndini á Húsum, starvsfólk á dagstovnaeindini og tvey umboð fyri Klaksvíkar kommunu. Formaðuri í trivnaðarnevndini børn og ung bar fram eina tøkk til øll, ið luttóku og góvu sítt íkast til kjakið um navnið til stovnin.

- Hugaligt við nógvum uppskotum, og sigur tað kanska ikki so lítið um týdningin av hesum stovni, segði Eyðstein Poulsen, áðrenn hann avdúkaði, at Gudrun Bláskor átti vinnandi uppskotið, og at navnið á nýggju dagstovna-eindini á Húsum er “Blómugarður”.

- Navnið er ikki tilvildarliga valt, men speglar eina siðvenju í okkara kommunu, har fleiri dagstovnar bera nøvn, ið minna okkum á vakurleikan í náttúruni og lívsins gongd.

- Fyrri liður í navninum ímyndar vøkstur, fjølbroytni og vakurleika – júst sum teir eginleikar, vit síggja í okkara børnum og ynskja at nøra í teirra uppvøkstri.

- Seinni liður í navninum kann í nógvar mátar knýtast til bygdalív og útoyggjar.

- Tí kunnu vit róliga siga, at hetta er eitt fevnandi og fjálgt navn, ið vit øll kunnu kenna okkum aftur í.

“Blómugarður” – eitt væl grundgivið navn
Eyðstein greiddi frá, at grundgevingarnar fyri navninum, sum uppskotsstillarin m.a førir fram, eru:

- Fyrri liður í navninum er ein blóma, tí her skulu børnini í oynni spíra og blóma. Blómur eru ymiskar, í stødd og liti, eins og vit menniskju eru. Eisini eru blómur ymiskar í aldri, eins og børnini eru á hesum dagstovni, sum røkkur heilt úr vøggustovu til frítíðarskúla.

- Seinni liður í navninum er ein garður, sum kann setast í samband við nógvar garðar kring alla oynna, t.d. Útistovugarður, Uppistovugarður, Kallsgarður, Sunnanágarður, Revagarður, Norðigarður, Heimigarður og Blankskálagarður.

- Á henda hátt bindur navnið “Blómugarður” stovnin og oynna saman.

- Navnið er eitt vanligt orð í málinum, sum fevnir breitt og víða, og hóast tað hevur fýra stavilsi, so er navnið “Blómugarður” lætt at siga.

- Navnið skal vera óbundið:

• Hvørfall: “Góðan dag, Blómugarður”

• Hvønnfall: “Vælkomin í Blómugarð”, “Nú síggi eg Blómugarð”

• Hvørjumfall: “Vit eru í Blómugarði”

• Hvørsfall: “Blómugarðs” (sjáldan brúkt) Blómugarður er eitt vakurt navn og hevur eina vakra merking.

Eitt trygt og kærleiksfult nærumhvørvi
- Okkara ynski er, at ”Blómugarður” skal vera meir enn bara ein barnagarður og ein frítíðarskúli. Hetta skal vera eitt stað, har børn kunnu nøra skapandi og listarligu gávurnar, knýta vinarbond og læra um heimin rundan um seg í tryggum og kærleiksfullum nærumhvørvi.

- Vit í kommununi vilja arbeiða fyri, at hvør einasta blóma í okkara kommunu – hvørt einasta barn – fær bestu fortreytirnar fyri at vaksa, mennast og trívast, segði Eyðstein og nýtti síðan høvið at sitera ein av okkara fremstu listamonnum, hvørs røtur eru í Kalsoynni:

- Ein av listarligu synunum her í oynni, Hans Jacob Glerfoss yrkti soleiðis í eini av sínum  vøkru yrkingum, og yrkingin er knýtt til oynna. 

- Hansara eyðkenni sum listafólk - einamest í yrkingum og málningum eru serligu evnini at røkka teimum innastu kenslunum í okkum, sum lýða á.

Her, sum hagasóljur lýsa,

her sum reyðgras fargar ong

millum fagurt grønt á lakinum

á livsins upphavssong,

fermt er fleyrið fult við hugløgum

um kátan barnagleim,

og eg havi eina kenslu av

at vera komin heim.

 

Stórur lokalur innsatsur

At enda í røðuni kom Eyðstein inná tann stóra innsats, sum borgarar á  Húsum hava lagt í at innrætta bygningin, og tað framúr góða samstarvið, sum kommunan hevur við Bygdarfelagið Sigursglæman, sum eigur bygningin, sum nú bæði hýsir eini dagstovnaeind og virkseminum hjá bygdarfelagnum:

- At enda vil eg fegin bera eina hjartans tøkk til tykkum øll, sum hava borið hesa verkætlan á mál og gjørt tað møguligt at skipa dagstovn her á oynni.

- Til tykkum ágrýtnu starvsfólk í Blómugarði, foreldur og bygdar og oyggjafólk. Takk fyri tykkara stuðul og eldhuga í hesi felags verkætlan.

- Í dag hátíðarhalda vit eitt nýtt tíðarskeið fyri børnini og barnafamiljurnar her á oynni. 

- Latið okkum saman ansa eftir og nøra um Blómugarðin, so garður kann blóma og veita gleði til okkum øll í kommununi í mong ár framyvir.

Onnur tíðindi
17.07.2024

Ferðslu­kunning í samband við dystin hjá Víkingi á Djúpumýru

17.07.2024

Stongt vegna jarðarferð

16.07.2024

Stangavegu­rin asfalteraður

15.07.2024

Stangavegu­rin stongdur