Tíðindi
01.07.2024
Endurnýtslan opin 1. og 2. juli
Í síðstu viku heitti IRF á limakommunurnar um at steingja endurvinningarplássini frá fríggjadegnum 21. juni til 1. juli. Í dag boðar IRF frá, at arbeitt verður framvegis við at hagreiða alt burturkastið, sum hópaði seg upp undir verkfallinum, og at tí er neyðugt at leingja hetta tíðarskeiðið eina viku afturat.
Endurnýtslan í Klaksvík ger tó eitt undantak í dag og í morgin. Nógvir borgarar hava burturkast orsaka av grindini, sum varð dripin í vikuskiftinum, og tískil verður opið 1. og 2. juli frá kl. 16.00 - 19.00.
Boðað verður frá, tá ið endurnýtslan hevur opið sum vant.
Onnur tíðindi
23.03.2026
Valevnislistar til løgtingsvalið 26. mars 2026
23.03.2026
Earth Hour í Klaksvík
19.03.2026
Námsfrøðingar ella hjálparfólk
13.03.2026