Tíðindi

04.07.2024
Vøllurin á Djúpumýru handaður

Seinnapartin í dag varð vøllurin á Djúpumýru formliga handaður Klaksvíkar kommunu. Tað er minni enn ein mánaður síðani, at avtala varð undirskrivað um keyp av nýggjum vølli, so sigast má, at arbeiðið hevur gingið væl, hóast veðrið hevur darvað nakað.

FSF hevur longu góðtikið vøllin, og í løtuni kannar ein kanningarstova, vegna UEFA, vøllin, soleiðis at vøllurin eisini verður góðkendur til altjóða dystir. Tær kanningar, sum longu eru gjørdar, síggja gott út, og tí er alt sum bendir á, at vøllurin á Djúpumýru fær ein sokallaða UEFA Pro góðkenning.

Besta mansliðið hjá KÍ hevur vant nakrar ferðir á nýggja vøllinum, og í kvøld hevur KÍ ein týðandi dyst ímóti B36.

Klaksvíkar kommuna ynskir KÍ góða eydnu við dystinum.

Onnur tíðindi
01.07.2025

Býráðsskrivstovan í summar­frítíðini

30.06.2025

Námsfrøð­ingur ella hjálpar­fólk til DR. MARGRETHU BARNAGARÐ

27.06.2025

Nýggja gólvið í KÍ-høllini tekur skap

26.06.2025

Ferðin úr Klaksvík til París er byrjað