Tíðindi

09.07.2024
Fríðka um trø og runnar

Hesa ársins tíð vaksa blómur, gras, runnar og trø sera nógv. Fleiri borgarar hava longu klipt av trøum og runnum, og tí vil kommunan heita á borgarar, sum ikki hava fingið stundir til hetta, um at klippa trø og runnar, sum standa fram við markinum til veg og gongubreyt.

Tað hevur týdning, at trø og runnar verða snøggað samsvarandi reglunum á økinum. Klippast skal ájavnt við mark, yvir gongu- og súkklubreyt og vegøksl, og fríhæddin skal vera 2,75 metrar, meðan hæddin yvir koyriveg skal vera 4,5 metrar. Fyrivarni skal takast fyri, at regn kann tyngja greinarnar niður.

Eigarin skal syrgja fyri, at trø og greinar ikki eru til ampa fyri m.a. ferðsluskeltir og lyktapelar.   

Um boðini ikki verða aktað, kann arbeiðið verða gjørt fyri rokning grundeigarans.

 

Onnur tíðindi
24.06.2026

Býráðsskráin 25. juni

24.06.2026

Ferðin hjá Team Rynkeby byrjar hósdagin

22.06.2026

Fipurarbeiði í Vágsgeil

18.06.2026

Námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til Dr. Margrethu barnagarð (endur­lýsing)