Tíðindi

06.09.2024
Andreas Andreasen nýggjur tekniskur stjóri

Fíggjarnevndin í Klaksvíkar kommunu hevur í dag gjørt av, at seta Andreas Andreasen í starv sum tekniskan stjóra í Klaksvíkar kommunu. Andreas Andreasen er 45 ára gamal og er búsitandi í Klaksvík. Níggju umsóknir vóru til starvið.

Hann er útbúgvin húsasmiður, og hevur lokið útbúgving sum byggifrøðingur í 2015 og Cand.Tech i bygningsdatafrøði í 2018. Harumframt hevur Andreas drúgvar royndir frá tekniska økinum í kommununi, har hann m.a. seinastu 4 árini hevur starvast sum verkætlanarleiðari á teknisku deild hjá Klaksvíkar kommunu.

Andreas Andreasen tekur við starvinum 1. oktober.

Onnur tíðindi
04.07.2025

Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan líkvogn

04.07.2025

Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby

01.07.2025

Býráðsskrivstovan í summar­frítíðini

30.06.2025

Námsfrøð­ingur ella hjálpar­fólk til DR. MARGRETHU BARNAGARÐ