Tíðindi
Søkt verður eftir einum námsfrøðingi ella námsfrøðiligum atstøðingi til barnagarðsstovu at byrja 1. oktobur, ella skjótast til ber. Starvið er 30 tímar um vikuna men kann avtalast nærri við setan.
Í Fjallafípuni ynskja vit starvsfólk, ið vilja virka fyri einum høgum fakligum støði, har náttúran verður brúkt sum ein týðandi partur. Tí er tað altavgerðandi, at tú sært møguleikar og hevur tokka til útilív. Í okkara námsfrøðiliga arbeiðið, leggja vit stóran dent á at arbeiða við menningarætlan, viðurkennnandi námsfrøði og Betri vinir.
Vit vænta, at tú:
• ert opin, erlig-/ur og fyrikomandi.
• megnar at samskipa stovuvirksemi í samstarv við onnur starvsfólk.
• hugsar tilvitað um menningina hjá tí einstaka barninum.
• leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag.
• ynskir at arbeiða við og eftir teimum málum, ið sett eru fyri stovnin.
• kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur
• ert álítandi og nærverandi
• møtir væl upp og ert ábyrgdarfull/ur
• ert sjálvstøðug/ur og hevur yvirlit
• dámar væl at vera úti og brúka náttútuna sum ein part av arbeiðinum
Setanarviðurskifti:
Løn og setanarviðurskiftið eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag.
Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Bjørg Rasmusardóttir, leiðara, á telefon 251111
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Umsókn saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. septembur 2024. Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til Fjallafípuna.
Setanarsamrøður verða eftir ætlan í viku 40.
Um Fjallafípuna
Fjallafípan er ein kommunalur dagstovnur við uml. 100 børnum í aldrinum 6 – 7 ár. Fjallafípan er staðsett „Úti í Grøv“, har viðarlundin, áin, fjøran og hagin eru í nærumhvørvinum. Hesar umstøður eru ein náttúrligur partur av tí námsfrøðiliga arbeiðnum í Fjallafípuni, sum gevur børnunum góðar og øðrvísi møguleikar fyri stimbran og menning.