Tíðindi

28.11.2024
Gunnleyg og Ernst heiðrað við 'fortjenestemedalju'

Í gjár var stórur jólahugni í KÍ høllini, har fleiri enn 500 av starvsfólkum kommununnar vóru til savnað.

Hæddarpunktið til jólahaldið var eitt nú at heiðra starvsfólki við ymsum áramálssetanum. 10, 25, 35 og 40 ár. Tað var borgarstjórin, sum heiðraði ymsu starvsfólkini.

Til seinast sigur Karl H. Johansen, borgarstjóri, at hann hevur fingið bræv frá Fríðriki kongi. Karl læs úr brævinum, at tað líkaði kongi at heiðra Gunnleyg K. Dánjalsson við "Fortjenestemedaljen" - eftir at hava starvast hjá Klaksvíkar kommunu í samfull 40 ár.

Somuleiðis varð Ernst Vágsgarð heiðraður við "Fortjenestemedaljen" - fyri at hava verið sløkkiliðsmaður í samfull 40 ár á Klaksvíkar Sløkkiliði. Hesin heiður er tað elsta heiðursmerkið í danska ríkinum, sum Kong Christian 7. setti á stovn 16. mai 1792.

Vit ynskja Gunnleyg og Esnst hjartaliga til lukku við heiðrinum.

Onnur tíðindi
09.12.2024

Skipandi býráðsfundur hósdagin 12. desember

07.12.2024

Skoytubreytin letur upp

05.12.2024

Býarbussu­rin koyrir aftur

05.12.2024

Húsið stongt seinnapartin