Tíðindi

16.12.2024
Býráðsskrivstovan um jóla- og nýggjárshøgtíðina

Býráðsskrivstovan er stongdfrá 23. desember til 5. januar. Opið verður aftur mánadagin 6. januar 2025.

Borgarar, sum hava átrokandi boð til kommununa hetta tíðarskeiðið, kunnu seta seg í samband við.:

> Eru trupulleikar við vatnveitingini o.tl. tel. 225272 (Vatndeildin)

> Annað, so sum vegir, kloakk v.m, tel. 216488 (Vegadeildin)

> Barnaverndartænastan tel. 219181 ella barnavernd@klaksvik.fo (Barnaverndin)

> Grótbrotið er somuleiðis stongt hetta tíðarskeiðið. Eru átrokandi ørindi, fæst samband við Grótbrotið á tel. 228280.

Endurnýtslan hevur opið gerandisdagar. Jólaaftan og nýggjársaftan er stongt. 

Barnatannrøktin er somuleiðis í jólafrí frá 23. desember til og við 5. januar 2025. Tannapínuvakt verður tó gerandisdagar ímillum jól og nýggjár. Ringjast kann á tlf. 216651 ímillum kl. 10 og 11, har nærri avtala verður gjørd. 


Býráðsskrivstovan hevur telefon 41 00 00, har ein sjálvvirkandi telefonsvarari veitir upplýsingar um omanfyri nevndu og onnur telefonnr., har borgarar kunnu ringja.

 

Klaksvíkar kommuna ynskir øllum eini gleðilig jól.

Onnur tíðindi
01.07.2025

Býráðsskrivstovan í summar­frítíðini

30.06.2025

Námsfrøð­ingur ella hjálpar­fólk til DR. MARGRETHU BARNAGARÐ

27.06.2025

Nýggja gólvið í KÍ-høllini tekur skap

26.06.2025

Ferðin úr Klaksvík til París er byrjað