Tíðindi
Í góðveðrinum í dag varð reisigildið hildið á vøllinum við Djúpumýru. Hátíðarhaldið var í samband við, at sambindingin og nýggjasti partur av skýlinum, ofta rópt ‘hornaskýlið’, varð reistur.
Hornaskýlið fevnir um at útvega 180 fleiri sitipláss, fleiri goymslurúm, fjeppararúm og fleiri vesi hentleikar, eisini til rørslutarnað. Trý vesi eru almenn á veghæddini og trý eru í ovaru hæddini.
Við hesari verkætlanini fær vøllurin við Djúpumýru sína UEFA góðkenning. Vøllurin hevur síðstu tíðina havt eina fyribils góðkenning. Orsøkin hevur nemliga verið, at tað manglaðu nøkur setur, umframt nøktandi umstøður til samarittar og vesi hentleikar.
Nýggja skýlið verður eftir ætlan klárt at taka í nýtslu í mai mánað, tá ið endaspælið fyri U-17 gentir verður á skránni.
Til hátíðarhaldið bóru hesi fram heilsanir: Annika S. Biskopstø, virkandi borgarstjóri, Andreas H. Troest, byggiharraumboð, John Syderbø, vinnu og mentanarstjóri, og Tummas Lervig, formaður í KÍ.
Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina liggur um 10 mió. kr.
Tað er Norðhús, sum stendur fyri betong- og timburarbeiðinum. Blikksmiðjan stendur fyri HVS arbeiðinum, Motus sport er veitari stólunum og EL-IN ger el-arbeiði. Harafturat hevur kommunan eisini gjørt eina íløgu í eina sprinklaraskipan, sum KJ á Kambsdali hevur staðið fyri.







Earth hour í Klaksvík

Býráðsskráin 20. mars

Send okkum títt hugskot!
