Tíðindi

26.04.2025
Mikladalur fyrr og nú

Í samband við Virkið vár átakið hjá Klaksvíkar kommunu, skipar eldraráðið í norðoyggjum fyri hugnaligum tiltaki í avhaldshúsinum í Mikladali. Talan er bæði um frásøgn, gongutúr, felagssang og drekkamunn.

Markus í Norðnástovu fer at hugleiða um lívið fyrr og nú. Síðan verður farið ein gongutúr í bygdini, og aftaná verður sangur og drekkamunnur inni í avhaldshúsinum í Mikladali.

Tiltakið byrjar kl. 16.30, og øll eru vælkomin. Tey sum ikki búgva á Kalsoynni, kunnu taka túrin við Sam kl. 15.30 og til ber at taka túrin heimaftur kl. 18.50. 

Onnur tíðindi
25.04.2025

Skráin fyri Virkið vár 2025

25.04.2025

List í barnahædd

24.04.2025

Endur­nýtslan stongd flaggdagin