Tíðindi

29.04.2025
Fyrsta EM endaspæl í Føroyum byrjar í Klaksvík

Startskotið til EM endaspælið hjá U17 kvinnulandsliðnum byrjar í Klaksvík. Kappingin verður í døgunum 4. - 17. mai. Djúpumýra verður í hesum døgum gjørd klár til at taka ímóti heimsstjørnum úr londum sum Spania, Italia og Frankaríki.

7 dystir verða leiktir í Klaksvík, og skipað verður fyri spennandi upphitingartiltøkum til 3 av hesum dystunum:

Upphitingartiltak 4. mai kl. 13-14.30 Eysturríki - Holland

Upphitingartiltak 7. mai kl. 13-14.30 Føroyar - Eysturríki

Upphitingartiltak 14. mai kl. 13-14.30 Semifinalan

Til upphitingina spælir Rani Nolsøe nøkur løg, ungdómsleikarar hjá KÍ luttaka, hoppiborg, spæl og okkurt lætt ábit verður at fáa.

 

Onnur tíðindi
29.04.2025

Broytingar eru í innsavning­ini hesa vikuna orsakað av altjóða arbeiðara­degnum

28.04.2025

Jutta, ein eldsál

27.04.2025

Býráðsskráin 28. apríl 2025