Tíðindi
Í ár fær Klaksvíkar Havn vitjan av seks ferðamannaskipum. Tað fyrsta kemur í morgin, fríggjadagin 9. mai. Talan er um enska skipið Ambition, frá reiðaríinum Ambassador Cruise Line, har umleið 1200 ferðandi eru umborð. Skipið kemur at liggja á Norðhavnini frá kl. 8:00 til 17:00.
Nógv verður gjørt burturúr, nú ársins fyrsta ferðamannaskip kemur til Klaksvíkar.
M.a kann nevnast, at á torginum uttanfyri Biskupstorg, sum um veturin er ein skoytubreyt, verður møguligt at keypa ostar, súltutoy, munnbitar við føroyskum viðskera og bundnar prýðislutir. Opið verður frá kl.10 til kl.15-16.
Eisini fer Klaksvíkar Dansifelag at dansa føroyskan dans kl.13:00.
Klaksvíkar kommuna gleðir seg at taka ímóti fyrsta cruiseskipinum í ár, og vónar at hetta verður ein góð uppliving, bæði fyri borgarar í kommununi, og fyri tey ferðandi.

Krøv í samband við bygging av íbúðum og frítíðaríbúðum

Ferðslukunning í samband við landsdyst 7. mai
