Tíðindi

26.05.2025
Barnafagnaður 2025

Í morgin 27. mai verður skipað fyri árliga barnafagnaðinum á Dagstovnaøkinum.

Skrúðgonga fer av Sandinum niðan í badmintonhøllina kl. 10.30. Heitt verður á bilførarar at vísa varsemi fyri børnum og vaksnum.

Leiðin gongur av Sandinum niðan millum Føroya Bjór og Mollys, síðani eftir Klaksvíksvegi og niðan ímóti Dr. Margrethu barnagarði. Skrúðgongan gongur gjøgnum Jógvan Waagsteinsgøtu víðari inn í badmintonhøllina. 

Onnur tíðindi
27.05.2025

Býráðsskráin 28. mai 2025

26.05.2025

Broytingar í innsavning­ini í vikuni

26.05.2025

Norð­oyastevnuskráin er nú tøk