Tíðindi

30.05.2025
Garðaskøruvika 2-8 juni

Klaksvíkar kommuna fer saman við Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) at eggja borgarum í kommununi um at hjálpa til við at burturbeina skøruna.

Hvussu skal ein gera?

Skøran skal takast upp við rót - um hetta ikki letur seg gera, skal hon skerast av niðri við rótina, koyrast í ein posa og burturbeinast.

Skøran nørist skjótt og flytur seg um mørk, tí er tað eisini neyðugt at fara útum egið stykkið at skera og royna at fáa alla skøruna burturbeinda.

Við at taka blomstrini og burturbeina tey, so eru ongin fræ at nøra seg, og um vit áhaldandi taka plantuna, so fær rótin ikki føði og doyr.

Burturkastið frá skøru verður borið út í Endurnýtsluna hjá kommununi ella latið í gráa rusksekkin til húsarhaldsburturkast. Ynskiligt er, at burturkast av skøruplantuni verður koyrt í sekk fyri seg.

GG! Burturkast frá skøru skal lastast í bingju til brenniburturkast og ikki latast í bingju til lívrunnið á Endurnýtsluni. 

Til ber eisini at kunna seg nærri her: Vegleiðing til týning og burturbeining

 

IRF brennir einans plantuna, tí má moldin bustast væl av rótini

Tað er umráðandi, at moldin verður bustað væl av rótini, tá ið skøran verður tikin upp við rót. Orsøkin er, at moldin køvir eldin í ovninum hjá IRF. Tí verður heitt á øll um at syrgja fyri, at so lítið av mold sum gjørligt fylgir við skøruni, tá ið hon verður burturbeind.

TÝN OG TAGGA @FNU_FOROYAR

Onnur tíðindi
30.05.2025

Norð­oyastevnuskráin er nú tøk

30.05.2025

Ferðslu­kunning í samband við norð­oyastevnu

28.05.2025

Mildrid á Lógv tikið sæti í býráðnum