Tíðindi

10.06.2025
Endurskoða almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu

Eitt av høvuðsendamálunum við endurskoðanini er at dagføra almenna ásetingartekstin sambært føroysku Bygningskunngerðini 2017 (BK17). Ávísingar og loysnir í BK17 eru meira viðkomandi og tíðarhóskandi í mun til bygging og nýtslu í dag.

Somuleiðis eru nýggjar ásetingar lagdar aftrat almenna ásetingartekstinum t.d. girðing, lýsing av vegaøki, heimildir viðvíkjandi nýtslu av fríøkjum og grundøkjavídd í samband við útstykkingar og annað.

Meginparturin av økisásetingunum í kommununi eru endurskoðaðir, har reguleringar eru gjørdar í einum størri høpi, t.d. dagføring í mun til BK17, tilvísingar og kort, fjølbroyttar bústaðarloysnir, smærri búeindir og greiðari nýtslulýsing. Nøkur økismørk eru eisini reguleraði í mun til verandi nýtslu.

Yvirlitskort hjá Klaksvíkar kommunu sæst her: Yvirlitskort

Broytingar eru litaðar við reyðum, nýggjar orðingar eru litaðar við grønum, viðmerkingar og reguleringar í økismørkum eru litaðar við gulum og bláum.

Broytingin umfatar alla kommununa.
GG: Onkrar økisásetignar eru ikki lýstar í hesi hoyring, m.a. tí onnur viðgerð er í gongd.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu, liggur frammi til alment eftirlit í Miðlan í Klaksvík frá 10. juni  – 1. juli. 2025 og er somuleiðis at síggja á heimasíðu kommununnar: www.klaksvik.fo.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu vera Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 22. juli 2025. Tá ið mótmæli ella broytingaruppskot verða latin, viðmerkið málsnr. 23/00493.

 

Kæruvegleiðing:
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum og vísandi til almennu lýsingina, dagf. 10. juni 2025, um broyting í almenna ásetingartekstinum fyri Klaksvíkar kommunu, skulu møgulig mótmæli ella broytingaruppskot vera kommununi í hendi í seinasta lagi 22. juli 2025. Vísandi til § 6, stk. 2 í somu lóg, verða innkomin mótmæli ella broytingaruppskot, sum býráðið ikki tekur við, send inn saman við uppskotinum, tá hetta verður sent landsstýrismanninum til góðkenningar.

Byggisamtyktarbroytingar 

Byggisamtyktarbroytingarnar kunnu lesast her: Leinkja til skjøl

Onnur tíðindi
06.06.2025

Ferðslu­kunning í samband við U21 landsdyst

05.06.2025

Grundlógar­dagin verður stongt kl. 12.00

04.06.2025

Stongt vegna starvs­fólka­útferð