Tíðindi

20.08.2025
Djúpamýra og Másheygur

”Kært barn har mange navne”, verður ofta tikið til. Ivaleyst tí, at flest øll hava eina meining um staðarnøvn í tí umhvøri, tey eru partur av. Soleiðis er eisini við m.a. Djúpumýru.

28. apríl í 2022 samtykti Klaksvíkar býráð at broyta tvey staðarnøvn í Klaksvíkar kommunu. Talan var um ”Vøllin við Djúpumýru”, sum varð broytt til Djúpamýra og “Leikvøllurin á Másheyggi”, sum varð broytt til Másheygur.

Hóast hetta hevur verið galdandi í eina tíð, so verða hesi heiti brúkt í ymiskum útgávum. Bæði av miðlum og fólki í síni heild.

Her eru nøkur dømi um, hvussu Djúpamýra og Másheygur eiga at verða bend:

 

Djúpamýra

Hetta er Djúpamýra! Leikvøllurin hjá KÍ

Dysturin verður leiktur á Djúpumýru

Kunning um ferðslu í samband við dyst á Djúpumýru

 

Másheygur

Hetta er Másheygur! Frælsur ítróttur og minni fótbóltskappingar verða leiktar her

Kappingin verður á Másheygi

Vit møtast á Másheygi

Onnur tíðindi
19.08.2025

Ferðslan á Sjómanna­deg­num 2025

12.08.2025

Foreldrafundur í frítíðarskúlanum

04.08.2025

Ferðslan á summar­festivali­num 2025