Tíðindi

01.09.2025
Grundstykkjasølan er byrjað

Kl. 12.00 í dag lat nýggja søluskipanin hjá Klaksvíkar kommunu upp. 20 tøk grundstykkir eru til keyps, og longu nú eru trý grundstykkir umbiðin. 

Nýggja skipanin er ment, soleiðis, at tað gerst lættari at fáa fatur á kommunalum grundstykkjum til sethúsabygging!

Hetta hevur verið eitt politisk ynski, sum farið varð undir at kanna tíðliga í vár. Síðan hevur verið arbeitt við at menna eina skipan, sum í størri mun skal tryggja, at tey, sum eru klár at fara undir bygging, hava møguleika at onga sær kommunalt grundstykki.

Nýggj søluskipan

Listin yvir tøk grundstykkir, verður í nýggju skipanini dagførdur fyrsta arbeiðsdag í hvørjum mánaði kl. 12.00 (um annað ikki er fráboðað). Harvið fáa øll kunning um tøk grundstykkir samstundis.

Áhugaður keypari kann velja eitt grundstykki, ið er tøkt, og senda umsókn um at keypa tað. Hetta skal gerast umvegis frymil/oyðublað inni á tí einstaka grundstykkinum á heimasíðuni. Tað ber ikki til at søkja um grundstykki við at ringja ella senda teldubræv til kommununa.

Sølulistin er at finna her: Grundstykkjasøla

Onnur tíðindi
28.08.2025

Melda til heilsufótbólt 2025

26.08.2025

Avtaka grund­stykkjalistan!

25.08.2025

Atlantic Fair 2026 í Klaksvík