Tíðindi
Klaksvíkar kommuna leitar eftir einum kommunustjóra, sum er persónliga og fakliga egnað/ur til framsøkið at menna kommununa saman við býráðnum
Starvið
Klaksvíkar kommuna er í føroyskum høpi ein stór kommuna við professionellari umsiting. Kommunustjórin varar saman við borgarstjóranum av fyrisitingarligu, fíggjarligu og fakligu menningini og stýringini av kommununi, og skal stuðla býráðnum í at seta dagsskránna og halda visjón og møguleikar í miðdeplinum í samstarvi við borgarar og vinnulív í kommununi.
Kommunustjórin skal megna at skapa sær góða javnvág ímillum leiðandi, fyrisitandi og tænandi uppgávurnar í starvinum. Hetta krevur, at komunustjórin hevur samskapandi huglag og góð samstarvsevni, myndugleika og yvirskot til at lurta, kveikja og geva ráð, og at taka eina hond í har tørvur er á tí.
Politiskt tev og virðing fyri demokratisku spælireglunum í eini politiskt stýrdari fyrisiting eru eitt krav, eins og kommunustýrið væntar, at kommunustjórin avklárar leiðslurúmið og leiklut sín sum ráðgevi og sparringspartur hjá borgarstjóra og býráði og soleiðis fær í lag eitt gott samstarv við sínámillum virðing fyri leiklutum og ábyrgdarbýti.
Førleikakrøv
Kommunustýrið leitar eftir einum kommunustjóra við rætta persónliga og fakliga hugburðinum til starvið, og viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni ella samanlagt samsvarandi útbúgvingarstøði og viðkomandi royndum. Harumframt skal kommunustjórin hava kunnleika til og royndir við leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring, og góð evni at samskifta og málbera seg
Umsøkjarar verða mettir eftir persónligum eginleikum og hugburði til starvið, og leiðsluligum og fakligum førleikum.
Kunna teg meira um starvið sum Kommunustjóri hjá Klaksvíkar kommunu
Samband og umsókn
Fleiri og greiniligari upplýsingar um starvið og førleikarnar, vit ynskja okkum, eru at finna í starvsprofilinum á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu: www.klaksvik.fo, har fleiri upplýsingar um kommununa eisini eru.
Áhugað, ið ynskja at frætta nærri um starvið, eru eisini vælkomin at venda sær til Karl H. Johansen, borgarstjóra á tlf 286337 ella á tp: karl@klaksvik.fo
Umsóknarfreistin er mánadagin 29. septembur. Starvsbyrjan er í 1. januar 2026 ella eftir nærri avtalu, og setanin verður avgreidd í oktober.
Tú søkir starvið við at trýsta her: Søk starv

Uppmøting hjá býráðslimum fyrra hálvár 2025

Grundstykkjasølan er byrjað
