Tíðindi

24.09.2025
Byggisamtyktin fyri E5 góðkend

Vísandi til grein 7 í Býarskipanarlógini*, sendi Klaksvíkar kommuna tann 14. nov. 2024 Umhvørvismálaráðnum uppskot um nýggjan økispart E5 (miðstaðar- og bústaðarøki) í almennu byggisamtyktini til góðkenningar.

Nýggi økisparturin er uml. 2000 m2 til støddar og er skipaður soleiðis, at veghædd í komandi bygningunum er ætlað til miðstaðarendamál, meðan 1. og 2. hædd eru ætlaðar til bústaðir.

Uppskotið hevur ligið frammi til viðmerkingar frá 1. til 22. mai 2024. Kærutíðin var úti 12 juni. 2024. Innkomu tvær kærur, ið vóru viðgjørdar á býráðsfundi 14. okt. 2024.

Býarskipanarnevnd Landsins hevur havt málið til ummælis, og hevur nevndin viðmælt ætlaðu broyting. Umhvørvismálaráðið hevur somuleiðis viðgjørt málið, og tekur undir við viðmælinum frá Býarskipanarnevndini og hevur við heimild í grein 4 í Býarskipanarlógini, góðkent broytingina um stovnan av E5 í almennu byggisamtyktini fyri Klaksvíkar kommunu           

 

Byggisamtyktin sæst her: 
Økisblað E5 er at síggja á s. 6-7 í skjali Miðstaðarøkið E1-E5. Her: Miðstaðarøki E1-E5

* Býarskipanarlógin: Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 2. mai 2025         

Onnur tíðindi
10.10.2025

Útbyggja Baldursbrá

08.10.2025

Ferðslu­kunning í samband við U21 landsdyst á Djúpumýru

07.10.2025

Klaksvíkar kommuna harmast handfaring­ina av málinum um fráfaringaraldur

07.10.2025

Myndaframsýning í Svínoy