Tíðindi
Vit søkja eftir 2 námsfrøðingum ella hjálparfólkum, ávikavist 20 og 30 tímar um vikuna, at byrja 5. januar 2026, ella eftir nærri avtalu.
Eisini søkja vit eftir barsilsavloysara fyri námsfrøðing, 30 tímar um vikuna, at byrja 1. mars 2026.
Arbeiðstíð
Arbeiðstíðin er millum 7.30 og 17.00.
Størvini eru í vøggustovu í aldrinum 0 til 3 ár og barnagarðsstovu í aldrinum 3 til 5/6 ár.
Vit kunnu bjóða tær eitt lívsjáttandi starv saman við børnum, har tú fart møguleikan at geva teimum ein innihaldsríkan og góðan dag. Vit leggja stóran dent á tú ert nærverandi, dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í einum toymi.
Stovnurin liggur væl fyri, mitt í býnum, tætt við skúlan, filmeikarhallirnar, fótbóltsvøllin, (rennibreytina), svimjuhøllina, ítrottarhallirnar, bókasavnið og onnur almenn spælipláss v.m., ikki langt frá fjøru og haga. Hesar fyrimunir brúka vit nógv.
Møguleikarnir eru nógvir at uppliva í nærumhvørvinum saman við góðum starvsfólkum og vælvirkandi barnabólki.
Lønar- og setanarviðurskiftir
Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 11 / 24 – 2 /8.
Meira fæst at vita, við at venda sær til leiðaran Marjun Lassen á tlf. 212557 ella varaleiðaran Hedvig Waagstein, á tlf. 216734
Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, o.ø, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 12. november 2025, kl. 12.00.
Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta 14
F0 - 700 Klaksvík
T-post margretha@margretha.fo
Tú kanst lesa meir um okkum á heimasíðuni www.margretha.fo
Minningahald allahalgannadag
Býráðsskráin 30. september