Tíðindi

13.01.2018
Film: Welcome home

/scroll down for english/ Cathy Steinberg er fødd og uppvaksin í Fillipsoyggjunum, men í 1995 hitti hon mannin, Poul, og flutti til Klaksvíkar við honum.

Í heyst fekk Klaksvíkar kommuna fyrispurning um samstarv frá trimum lesandi á DMJX (Journalistháskúlanum í Aarhus). Teir skuldu gera eina verkætlan um integratión í Føroyum. Kommunan samstarvar fegin við lesandi um verkætlanarevni, sum á onkran hátt viðvíkja ella skapa relevanta vitan fyri kommununa, og tí var fyrispurningurin sjálvsagt gingin á møti. 

Burturúr samstarvinum kom hesin stuttfilmurin um Cathy Steinberg og integratión.

Cathy hevur búð í Føroyum síðan 1995, og hon er eitt frálíkt dømi um væleydnaða integratión. Cathy er somuleiðis limur í Integratiónsnevndini. Til ber at lesa meira um integratiónspolitikkin í Klaksvíkar kommunu her.

English summary 

The film presented above is the result of a project made by three video-journalism students at the Danish school of Media and Journalism. 

Cathy Steinberg is born and raised in the Phillipines, but when she met her husband Poul in 1995, she moved with him to Klaksvík, and not only does she set an amazing example on good integration, she is also a member of our local Integrations Committee. For more information on immigration and integration, please go to our english section: www.klaksvik.fo/english

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy