Tíðindi

05.11.2025
Bøgøta verður einvegis

Klaksvíkar býráð samtykt á býráðsfundi 25. september, at Bøgøta verður einvegis norðeftir (frá Oman Eið til Húsið), og at Nýggivegur verður einvegis suðureftir (frá Fossagøtu til Oman Eið).

Endamálið er at knýta og tryggja ítróttarøkið, Bøgøtu, Nýggjaveg, Oman Eið, Eystan Garð, Fossagøtu, Vágsheygsgøtu og Uppsalagøtu saman á tryggan og góðan hátt við farleið, ið tekur hædd fyri íbúgvum, virksemi í økinum, býarbussinum og neyðsendaraleiðini.

Talan er um eina royndarkoyring, sum verður galdandi frá 6. nov. 2025 til 1. mai 2026.

 

Bøgøta verður einvegis frá Oman Eið norður til Húsið.

Nýggivegur verður einvegis frá Uppsalagøtu til Oman Eið.

Onnur tíðindi
04.11.2025

Ruddingarátak í Kalsoy

03.11.2025

Tøma rottangar í Árnafirði og í Klaksvík

03.11.2025

Tøk grund­stykkir