Tíðindi

30.01.2026
Te-stovan Marin Malena er ein tíðarlummi, sum má upplivast!

Vikuskiftið hjá borgarstjóranum, Karl Johansen, byrjaði á Biskupstøðgarðinum í Klaksvík. Eisini millum mong kent sum Nólsoyar Pálshúsið.

Seinastu árini hevur húsið verið karmur um alskyns tiltøk, brúdleyp og vitjanir, og øll sum hava vitjað garðin vita, og hava sæð, at tað hevur ligið eitt megnar arbeiði í, at fáa garðin til heiður og æru.

Við nýggju Te-stovuni fær Biskupstøðgarðurin eitt nýtt flog. Huglagið er enn tað sama, og søgurnar, sum hava verið fortaldar, og nú verða fortaldar, geva gestunum innlit í eitt heilt serligt tíðarskeið.

Søgurnar eru í høvuðsheitinum fortaldar um Nólsoyar Páll, men snúgva seg nú líka nógv um konu hansara Marin Malenu.

Borgarstjórin, sum hevði bjóðað konuni, Jórun Johansen, seinnaparts te, var sera væl nøgdur við upplivingina.

- Góða móttøkan, lukturin av te, og fjálga huglagið gav okkum beinanvegin eina heilt serstaka uppliving. Saman við søguni um Marin Malenu, eini rundvísing og frágreiðingum um, hvussu húsini hava verið brúkt, kundu vit njóta friðin og løtuna.

- Maturin var heilt fantastiskur. Vit fingu m.a. smábitar við skerpikjøt og røstum kjøti. Tað smakkaði veruliga av Føroyum.

- Hetta er eitt fantastiskt tilboð, sum eg bara kann ímynda mær fer at fáa góða undirtøku. Vanliga drekki eg nógv kaffi, men at fáa ymsik sløg av te afturvið hesi máltíð var heilt perfekt.

- Miðbýurin mennist við rúkandi ferð, og tí gleðist eg sanniliga um, at gestir nú eisini kunnu fáa eina slíka uppliving. Tað er onki at ivast í, at hetta var meira enn ein máltíð. Hetta var ein heildaruppliving, sigur borgarstjórin. 

Til ber at bíleggja borð her: Biskupsstøðgarðurin

 

 

 

Onnur tíðindi
30.01.2026

- Eg visti ikki av, at mín søga kundi verða so viðkomandi fyri onnur

28.01.2026

Býráðsskráin 29. januar

21.01.2026

Heygavegur stongdur