Tíðindi
1. januar 2026 fylti Blákollan 25 ár. Hetta verður hátíðarhildið í allan dag. Í morgun vórðu foreldur boðin til morgundrekka og seinnapartin verður dagurin markeraður við kaffi og køku til gestir, avvarðandi og onnur, sum ynskja at hátíðarhalda merkisdagin.
Unn Jarnskor, sum hevur verið leiðari í Blákolluni seinastu tvey árini, sigur um Blákolluna, at trivnaðurin í Blákolluni er góður.
- Vit hava starvsfólk, sum byrjaðu her fyri 25 árum síðani. Eisini hava vit starvsfólk, sum vóru børn, tá ið stovnurin lat upp.
- Tað er stuttligt at hoyra teirra upplivingar, tá ið vit sita og taka saman um, og tí helt eg, at hetta var eitt upplagt høvi at lata stovnin meira upp, soleiðis at øll, sum hava, og hava havt, eitt tilknýti til stovnin, kunnu koma forbí til eina hugnaliga løtu.
- Klara Petersen og Sigrid Frederiksberg byrjaðu báðar í Blákolluni, tá ið stovnurin lat upp. Tær greiða frá, at tær vórðu settar í starv 1. desember við uppgávuni at vaska, og at gera alt klárt og innbjóðandi. Eitt spennandi tíð, siga tær báðar, sum minnast aftur á eina tíð, har onki var ómøguligt.
- Blákollan er í trimum hæddum, men hetta tíðspunktið var kjallarin ikki innrættaður. Á ovastu hædd vóru 24 vøggustovubørn. 12 í hvørjari stovu. Til samanberingar eru 10 børn tilsamans á loftinum í dag.
- Vit deildu eitt wc á loftinum og høvdu tvær skiftipútur til 24 børn.
Spurdar, hvat hevur verið viðvirkandi til drúgva starvsaldurin siga tær báðar er, at síggja børnini mennast og at uppliva tann tryggleikan, sum børnini fáa saman við okkum.
- Hóast tær báðar hava verið í øðrum størvum eitt stutt tíðarskeið, so hevur tað verið í Blákolluni, at bæði Sigrid og Klara hava følt seg heima.
Takk fyri trúgva tænastu og hhartaliga til lukku við 25 árunum, øll tit í Blákolluni.
Grundstykkjalistin dagførdur 2. februar 2026
Te-stovan Marin Malena er ein tíðarlummi, sum má upplivast!