Tíðindi

24.02.2026
Søluprísurin fyri sjógvhita lækkar við nærum eini helvt

Fíggjarnevndin í Klaksvíkar býráð hevur samtykt at regulera søluprísin á sjógvhita úr 55 oyru kWh til 30 oyru kWh, galdandi frá 1. januar 2026.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at hetta er ein týðandi liður í, at fáa fleiri veitarar knýttar at skipanini, og at hetta er ein prísjavni, sum veruliga fer at muna hjá okkara brúkarum.

- Tað var í samband við fíggjarætlanararbeiðið fyri 2026, at viðmælt varð, at peningur skuldi setast av til at endurskoða og regluera sjógvhita frá sjógvhitaskipanini hjá Klaksvíkar kommunu.  

- Verkætlanin við sjógvhitanum er framvegis ikki liðug, og tí hevur ikki verður møguligt at økja um talið á brúkarum, men seinastu tíðina hava tað verið gjørdar ymsikar útbyggingar, sum ger tað møguligt, at fáa fleiri brúkarar uppí skipanina.

- Hetta styrkir bæði støðuna hjá kommununi sum veitara av grønari orku, og betrar um møguleikarnar hjá kommununi at fáa nýggjar brúkarar at knýta seg í eina grøna orkuskipan til ein kappingarføran prís.

- Saman við Varpinum, Biskupstorgi, Føroya Banki, Angus, Kappróðrarneystinum, Betesda, Føroya Tele, Norðoya Sparikassa, Skúlatrøð og Rótini eru KG og LÍV bygningurin nú eisini knýttir uppí skipanina, og tískil er óvist, hvat avkastið verður í 2027, men ynski er framvegis at vera so tætt at upprunaligu ætlanini hjá kommununi, sum var ein søluprísur á umleið 25 oyru kWh. Eitt er tó vist, og tað er, at økið við sjógvhitanum er tvífaldað seinasta árið, og tað er eitt stórt framstig. 

- Fíggjarnevndin samtykti eisini, at prísreguleringar framyvir verða gjørdar árliga í samsvari við upprunaliga tilmæli frá 2019, sigur Karl Johansen, sum fegnast um, at ferð aftur verður sett á hesa týðandi verkætlan.

Onnur tíðindi
20.02.2026

Fríggjadagur á Torradøgum

19.02.2026

Torraskráin hósdag

18.02.2026

Filmskvøld og prát um skisofreni